Bridge hildið uttanfyri

Eftir frálíku úrslitini hjá bridge landsliðnum í Italia fyri stuttum, vísir Føroya Bridge Samband á, at bridge er einasta ítróttagrein í Føroyum, sum er útihýst á fíggjarlógini

Føroya Bridge Samband hevur í tíðindaskrivi víst á, at ítróttagreinin ikki fær neyðugu sømdirnar frá myndugleikunum, og at mismunur verður gjørdur á ymsu ítróttagreinunum í Føroyum.
Sambært Føroya Bridge Sambandi er tað sligið fast við 10 tumma seymi, at bridge er ein ítróttagrein. Fyrrverandi formaðurin í IOC (olympisku komiteini), Samaranch, hevur skrivað undir hesa viðtøku. Hóast tað er bridge útihýst á fíggjarlógini, meðan bæði ÍSF, FSF og Talvsambamd Føroya standa á fíggjarlógini við rímiliga stórum upphæddum. Hetta hóast talvlandsliðið telir seks leikarar og bridgelandsliðið telur 16.

Nei frá Mentamálastýrinum
Føroya Bridge Samband hevur fyrr gjørt vart við henda trupulleika, og í 1998 varð skrivlig umsókn sent Mentamálastýrinum. Fyrispurningurin um peningaligan stuðul varð noktaður, og hóast ein eingangsupphædd varð játtað til EM, er hetta als ikki nøktandi, um ítróttagreinin skal mennast og áhaldandi umboða Føroyar í altjóða høpi. Føroya Bridge Samband sendi aftur umsókn í 2001 við fyrispurningi um fasta upphædd á fíggjarlógini, men einki svar er komið úr Mentamálastýrinum.
Orsakað av góðu úrslitunum undir EM kappingini í Italia fyri stuttum, hevur Bridgesambandið fingið fleiri innbjóðingar úr øðrum londum, men higartil hevur føroyska bridgeleiðslan ikki verið før fyri at taka av innbjóðingunum orsaka av pengatroti. Sostatt verður ítróttagreinin isolera frá londunum kring okkum, hóast føroyska landsliðið hevur prógvað seg at kunna kappast á hægsta stigi.