HANDILSSKÚLIN
Næmingarnir í 2. HH mugu brynja seg við góðum toli nakað enn, tí Lærarafelag Handilsskúlans sýtir framvegis limum sínum at lata Handilsskúlanum karakterirnar fyri høvuðsuppgávurnar hjá 2. HH. Freistin hjá lærarunum at lata skúlanum karakterirnar var úti hálvan januar. Orsøkin til, at Lærarafelag Handilsskúlans hevur tikið hetta stig, er, at felagið vil hava samsýningarnar, sum verða latnar limunum fyri vegleiðing, rætting og próvdøming av uppgávum, dagførdar.
- Vit hava gjørt av at nokta at lata karakterirnar inn fyri at fáa málið avgreitt og fyri at gera vart við okkum, tí samsýningarnar eru ikki dagførdar í longri tíð, sigur Fritleif Henriksen, formaður í Lærarafelag Handilsskúlans.
Fyri próvdøming av uppgávum er tað Mentamálastýrið, sum rindar fyri samsýningina, meðan Handilsskúlin rindar fyri vegleiðingina og rættingina. At fáa samsýningarnar dagførdar hevur ikki verið eitt drúgt stríðsmál hjá Lærarafelag Handilsskúlans.
Lærarafelag Handilsskúlans hevur ongan føroyskan sáttmála.
- Vit arbeiða eftir donskum sáttmála, men samsýningarnar í Danmark fyri slíkt arbeiði eru væl hægri enn í Føroyum, sigur Fritleif Henriksen, sum kortini ikki vil siga, hvussu samsýningar skulu verða fyrr enn felagið gevur seg.
- Samband er millum partarnar, og eg vænti, at hetta verður loyst í øllum góðum. Prógvini skulu skrivast í summar, so enn er góð tíð, hóast næmingarnir ótolnast eftir karakterunum, sigur Fritleif Henriksen.