Danir vilja gera fólkarættarligan sáttmála

Men tað verður ikki millum tvey sjálvstøðug lond, soleiðis sum landsstýrið ætlar

Danska stjórnin er sinnað at gera ein fólkarættarligan sáttmála við Føroyar, men tað verður ikki ein frælsur felagsskapur, soleiðis sum landsstýrið hevur lagt upp til.


Hetta visti Útvarpið at siga í tíðindasendingini kl. 18.30. Útvarpið sigur seg hava fingið upplýsingarnar frá fólki, sum hava verið á samráðingarfundinum í dag.


Landsstýrið vildi á fundinum í dag hava greið boð um, danska stjórnin var sinnað at gera ein fólkarættarligan sáttmála við Føroyar, og tað er hon.


Jan Petersen, politiskur orðførari hjá danska Javnaðarflokkinum, sigur, at hann er ivasamur viðvíkjandi frælsa felagsskapinum, sum landsstýrið vil gera við Danmark. Ríkisrættarliga er hesin felagsskapur heldur fløktur.


Verður frælsur felagsskapur gjørdur millum sjálvstøðugar Føroyar og Danmark fer tað at hava trupulleikar við sær, heldur hann. Millum annað vísur Jan Petersen á, at tað er ivasamt, hvussu tað skal bera til, at dómsvaldið hjá einum landi skal virka í einum øðrum landi. Hann heldur eisini, at tað illa ber til hjá myndugleikum í Danmark at hava beinleiðis uppgávur at røkja í Føroyum.


Jan Petersen roknar ikki við, at viðgerðin av sáttmálauppskotinum hjá landsstýrinum verður liðug í juni mánaði, soleiðis sum landsstýrið annars hevur lagt dent á.


Sambært Útvarpinum er samráðingarandin hesaferð munandi betur, enn hann var undir fyrstu samráðingunum.