sýndi sunnudagin, at liðið hevur ítøkiligar ætlanir um at nærkast oddinum hetta kappingarárið, men hóast hetta úrslitið, er samlaða støðan higartil tann, at Kyndilsliðið hevur verið alt ov óstøðugt til [...] við, fæst kanska at vita týskvøldið. Tá skal liðið nevnliga spæla ímóti Stjørnuni, sum somuleiðis hevur havt misjøvn úrslit. Einki er at ivast í, at á pappírinum er tað Kyndil, sum er favorittur, men s
unum hjá Klaksvíkar Kommunu, Bárður Klakkstein, hevur gjørt eina sera áhugaverda heimasíðu, sum kallast, BkFiresite. Her finnur tú nærum alt, sum hevur við eld og eldsløkking at gera; brunalógir, fyrstahjálp [...] Nýggi eldsløkkibilurin, sum Klaksvíkar Kommuna hevur býlagt, kostar 1,5 mill. kr. Bilurin tekur 2 tons. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur við Sosialin, at bilurin, sum er ætlaður at økja um trygdina
snillingar á ljóðføri síni. Hjalti hevur leikt við fleiri bólkum, t.d. Devon og Moirae og Øssur hevur givið út solofløgu við basstónleiki. Øssur er eisini kendur listamaður og hevur teknað húsan á nýggju fløguni
síðani doyði Arnbjørn knappliga. Hanna hevur havt skrivstovustørv og verið virkin á øðrum økjum eisini, m.a. hevur hon verið virkin í Norrøna Felagnum. Hon hevur starvast í mong ár á Fornminnissavninum
ein framsýning av klæðum. Toystovna sýnir fram mótaklæðir, Pau hevur klæðir, sum tey sjálvi sniðgeva, Duett hevur ítróttarklæðir og Alval hevur arbeiðsklæðir. Í hesum sambandi verða mótasýningarleygardagin
sum arbeiðið fer at kosta. Svenski uttanríkisráðharrin, Anna Lindh, sum hevur staðið á odda fyri samráðingunum, sigur, at ES hevur játtað umleið eina milliard krónur til ruddingararbeiðið og til at nútímansgera [...] við í samráðingunum, men vildi ikki skriva undir, tí landið er ikki nøgt við ásetingarnar um, hvør hevur ábyrgdina, um eitt óhapp hendir undir ruddingararbeiðinum. Amerikanarar hava kortini lovað at gjalda
Norski tjóðbankin hevur gjørt av at, at arbeiðið at gera norskar myntir og pengaseðlar skal bjóðast út. Orsøkin er stutt sagt, at tað loysir seg ikki hjá bankanum at gera arbeiðið. Útreiðslurnar eru l [...] nýggja útgerð um stutta tíð, skal hann framvegis gera seðlarnar og myntirnar. Leiðslan í tjóðbankanum hevur longu tosað við eina finska verksmiðju um at gera tær norsku myntirnar, og hesar samráðingar eru komnar [...] , so prentsmiðjur víða um heimin kunnu bjóða upp á arbeiðið. Tað er kortini ikki tjóðbankin, sum hevur tað endaliga orðið at siga í slíkum málum, men fíggjarmálaráðið.
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út barnabókina Drongurin við silvurhjálminum eftir Hanne Kvist. Bergur Rasmussen hevur týtt. Jón hevur eina serliga lítlasystur: Hon hevði veingir, tá ið hon var
skattavaldinum hevur hon sett útreiðslur í sjálvuppgávuna, sjálvt um flokkurin ella Ríkisdagurin høvdu goldið pengarnar. Skattavaldið heldur brotið vera sera álvarssamt, og Gudrun Svhyman hevur fingið at vita [...] skattavaldið virkar væl. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Gudrun Schyman er frammi í fjølmiðlunum. Fyrr hevur hon fingið umrøðu orsakað av rúsdrekkatrupulleikum.
Tað hevur verið sera ófriðarligt í Venesuela seinastu tíðina. Mánadagin byrjaði eitt aðalverkfall, og fakfeløgini siga, at tey fara ikki at helma í, fyrr enn Hugo Chavez, forseti leggur frá sær. Tá hann [...] endurskipa samfelagið og at beina fyri tí ovurstóra sosiala ójavnanum í landinum, men hetta lyftið hevur hann ikki hildið. Tvørturímóti er ójavnin vorðin uppaftur størri, enn hann var, og nú hava tey nógvu [...] ferðina var tað ein partur av herinum, sum hjálpti honum, men tað er ivasamt, hvørja støðu herurin nú hevur. Hinvegin tykjast tey fátæku framvegis styðja forsetan, tí í teirra eygum er hann framvegis tann einasti