Hon er ættað úr Klaksvík. Mamman var Anna Kathrina Joensen úr Funningsfirði. Hon var seinna kona Gunnar Kallsberg, sum var lorvíkingur, men búsettist í Klaksvík og arbeiddi sum formaður hjá Kjølbro. Gunnar hevði verið giftur við Elin Sofíu Poulsen úr Kollafirði. Tey fingu børnini Poul, Einar og Ellu. Í seinnu giftu vóru 4 børn: Gutti, Hanna, Kaj og Anfinn, sum er løgmaður.
Hanna tók studentsprógv á Skansabrekku í 1956. Á studentaskúlanum hevði hon Arnbjørn Mortensen av Tvøroyri sum lærara, og nakað seinni rann saman teirra millum. Tey giftust og búsettust í Havn. Hanna og Arnbjørn fingu synirnar Andras og Gundur. Fyri nøkrum árum síðani doyði Arnbjørn knappliga.
Hanna hevur havt skrivstovustørv og verið virkin á øðrum økjum eisini, m.a. hevur hon verið virkin í Norrøna Felagnum. Hon hevur starvast í mong ár á Fornminnissavninum.










