Nýggi eldsløkkibilurin, sum Klaksvíkar Kommuna hevur býlagt, kostar 1,5 mill. kr. Bilurin tekur 2 tons.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur við Sosialin, at bilurin, sum er ætlaður at økja um trygdina hjá borgararnum í kommununi, eisini er ein fyrireikin til trygdina í samband við undirsjóartunnilin.
Sum er, hava vit 4 bilar, og 16 menn eru tengdir at sløkkiliðstøðini.
Í løtuni samráðist Klaksvíkar Kommuna við grannakommunurnar um samstarv í samband við eldsløkking.
Ein av sløkkiliðsmonnunum hjá Klaksvíkar Kommunu, Bárður Klakkstein, hevur gjørt eina sera áhugaverda heimasíðu, sum kallast, BkFiresite.
Her finnur tú nærum alt, sum hevur við eld og eldsløkking at gera; brunalógir, fyrstahjálp, neyðstøða og m.a.
Adressan er: heima.olivant.fo/~l_s_d/bkfiresite_v2.0/
Kári Kjælnes er leiðari fyri sløkkiliðnum í Klaksvík.