Forkvinnan í svenska Vinstraflokkinum, Gudrun Schyman, er tikin fyri at hava snýtt í skatti. Sambært skattavaldinum hevur hon sett útreiðslur í sjálvuppgávuna, sjálvt um flokkurin ella Ríkisdagurin høvdu goldið pengarnar.
Skattavaldið heldur brotið vera sera álvarssamt, og Gudrun Svhyman hevur fingið at vita, at hon skal rinda 90.000 krónur afturat í skatti. Av hesum eru 28.000 krónur bót fyri svikið.
Sjálv sigur floksforkvinnan, at hon hevði so nógv at gera, tá sjálvuppgávan fyri 2001 skuldi gerast, at hon kom til at gera okkurt mistak. Hon sigur seg vera fegna um, at mistakið nú er rættað og heldur, at málið er eitt tekin um, at svenska skattavaldið virkar væl. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Gudrun Schyman er frammi í fjølmiðlunum. Fyrr hevur hon fingið umrøðu orsakað av rúsdrekkatrupulleikum.










