Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út barnabókina Drongurin við silvurhjálminum eftir Hanne Kvist. Bergur Rasmussen hevur týtt.
Jón hevur eina serliga lítlasystur: Hon hevði veingir, tá ið hon var fødd. Pápin og serliga mamman eru vónbrotin og vilja ikki kennast við hana, so tey vísa hana frá sær, og Jón fær ábyrgdina av henni. Hann verður góður við hana, men ein dagin, hann kemur úr skúla, er systirin horvin. Foreldrini hava latið hana frá sær, og frá sær sjálvum heldur Jón avstað at leita eftir systrini. Óvæntað fær hann ein løgnan hjálparmann, Mitchum, ið ikki fírir fyri nøkrum.
Drongurin við silvurhjálminum, sum er væl egnað til tey 10-12 ára gomlu, var danska vinnarabókin í norðurlendsku barnabókakappingini hjá forlagnum Forum í 1999.
Bókin er 128 bls., heft og kostar kr. 125 í bókabúðunum