Kyndil móti silvurplássinum

Eftir sigurin á VÍF skulu Kyndilskvinnurnar longu aftur í eldin týskvøldið, tá Stjørnan kemur á vitjan

Kvinnuhondbóltur

Kyndil sýndi sunnudagin, at liðið hevur ítøkiligar ætlanir um at nærkast oddinum hetta kappingarárið, men hóast hetta úrslitið, er samlaða støðan higartil tann, at Kyndilsliðið hevur verið alt ov óstøðugt til veruliga at kunna hótta VB.
Hvørt hetta er ein sjúka, sum liðið er sloppið av við, fæst kanska at vita týskvøldið. Tá skal liðið nevnliga spæla ímóti Stjørnuni, sum somuleiðis hevur havt misjøvn úrslit. Einki er at ivast í, at á pappírinum er tað Kyndil, sum er favorittur, men spurningurin er so, hvørt hetta er nóg mikið, ella um liðið enn einaferð skal leggja rygg til eitt óvæntað tap. Eitt er so púra vist, og tað er, at tær á Stjørnuni standa til reiðar at taka av møguleikanum, um hesin brádliga hómast.

Komandi dystur
12.1118.30Kyndil-Stjørnan