Krevja forsetan frá

Síðani mánadagin hevur aðalverkfall verið í Venesuela, har fakfeløgini krevja, at Hugo Chavez, forseti skal fara frá.

Tað hevur verið sera ófriðarligt í Venesuela seinastu tíðina. Mánadagin byrjaði eitt aðalverkfall, og fakfeløgini siga, at tey fara ikki at helma í, fyrr enn Hugo Chavez, forseti leggur frá sær.

Tá hann kom framat fyri trimum árum síðani, lovaði forsetin at endurskipa samfelagið og at beina fyri tí ovurstóra sosiala ójavnanum í landinum, men hetta lyftið hevur hann ikki hildið. Tvørturímóti er ójavnin vorðin uppaftur størri, enn hann var, og nú hava tey nógvu mist tolið.

Chavez varð koyrdur frá í apríl, men tað eydnaðist honum at taka valdið aftur tveir dagar seinni. Ta ferðina var tað ein partur av herinum, sum hjálpti honum, men tað er ivasamt, hvørja støðu herurin nú hevur. Hinvegin tykjast tey fátæku framvegis styðja forsetan, tí í teirra eygum er hann framvegis tann einasti, sum kann hjálpa teimum.