Framsýning
Suðuroy: Hetta vikuskiftið verður ítróttarhøllin í Trongisvági karmurin um eina framsýning av bilum, klæðum og ymsum evnum til reingerð.
Tað er gamlaársnevndin á Tvøroyri, sum skipar fyri og framsýningin er opin fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.
Fríggjadagin er opið frá kl. 18-22, men bæði leygardagin og sunnudagin er opið frá kl. 14-20.
Framsýningin av bilum er høvuðstátturin á stevnuni og hesuferð eru bilasølurnar fimm í tali: Reyni Service, Berg Motors, Nordbil, Wenzel og Eyðbjørn Hansen.
Men á framsýningini hesuferð verður eisini ein framsýning av klæðum. Toystovna sýnir fram mótaklæðir, Pau hevur klæðir, sum tey sjálvi sniðgeva, Duett hevur ítróttarklæðir og Alval hevur arbeiðsklæðir.
Í hesum sambandi verða mótasýningarleygardagin kl. 17 og sunnudagin kl. 16.
Men umframt alt hetta, er eisini ein framsýning av ymsum evnum til reingerð.









