Loysir seg ikki at gera pengar

Norski tjóðbankin hevur gjørt av at, at arbeiðið at gera norskar myntir og pengaseðlar skal bjóðast út. Orsøkin er stutt sagt, at tað loysir seg ikki hjá bankanum at gera arbeiðið. Útreiðslurnar eru lutfalsliga stórar, og harafturat noyðist tjóðbankin at gera íløgur í nýggja útgerð um stutta tíð, skal hann framvegis gera seðlarnar og myntirnar.

Leiðslan í tjóðbankanum hevur longu tosað við eina finska verksmiðju um at gera tær norsku myntirnar, og hesar samráðingar eru komnar so væl ávegis, at finska verksmiðjan helst fer at gera tær fyrstu myntirnar í 2009. Arbeiðið at prenta pengaseðlarnar verður ætlandi boðið út á altjóða marknaðinum, so prentsmiðjur víða um heimin kunnu bjóða upp á arbeiðið.

Tað er kortini ikki tjóðbankin, sum hevur tað endaliga orðið at siga í slíkum málum, men fíggjarmálaráðið.