tá tað ræður um at vera sweepari. Hann er ikki á nakran hátt bangin fyri at átaka sær eina stóra uppgávu, og hóast landsdystirnir eru fáir í tali, so er hann heldur ikki bangin fyri at rópa á og stýra [...] Gaman í eru vit ikki longur bara við fyri at læra, men hinvegin skerst ikki burtur, at fyri ein stóran part eru okkara leikarar enn »glaðir amatørar«, og at evnini at savna seg um uppgávuna í samfullar 90 [...] enn, og at føroyska liðið krossfesti seg sjálvt við at fara ov langt niðan á vøllin, men orsøkirnar til stórtapið eru helst fleri enn sum so. Lyklaleikarar burtur Størsta orsøkin var helst, at hóast føroyska
fer at ørkymla eygu tíni, okkara skarn fer at dálka teg”, er mynd av framtíðarinnar bolsjevikkum. Høvundurin vísir, at hann gløggliga fatar tað, sum er á veg, eins og hann eisini rekur framundir, at talan [...] steðgar hann á og fer at práta við okkum ungu. Hann tekst í løtuni við at umseta søgur beinleiðis úr fronskum og heldur fyri, ikki sørt stoltur, um ta seinastu, eftir Mérimée, at hon var ein “tungur burður” [...] andaligum slag, og sum leggur sítt mesta ídni í at kanna viðurskiftir, sum kunnu málast og vigast, og sum sostatt, sambært hansara grundsjón, kunnu sigast at vera til. Skaldskapur, list, kærleiki, trúgv, tað
ára gamla abbasonin at kalla alla staðni á kroppinum. Essa heldur fram: - Í meðan roynir gentan at flýggja. Hon rennur oman til okkara. Men illa viðfarni abbasonurin klárar ikki at halda gerningsmanninum [...] Kedd um, at nakar persónur kann gera sovorðið. Og kedd um, at slíkt yvirhøvur kann henda í okkara lítla samfelag. Tey hava ikki nógvar tankar um gerningsmannin, annað enn at tey ikki ynskja at møta honum [...] hvat er áfatt. Hann reagerar, leypir á hann og roynir at halda honum, meðan gentan sleppur sær til rýmingar. Aftaná hava vit fingið at vita, at hann hesa løtuna bleiv skorin og stungin tilsamans 23 ferðir
Saksøkjararnir meta ikki, at BankNordik hevur heimild at gera hesar broytingarnar, ei heldur at grundgevingarnar fyri broytingarnar eru nóg væl grundaðar. Saksøkjararnir meta eisini, at fráboðanin um broytingarnar [...] lofti. Flótandi rentan var knýtt at ymiskum pørtum, sigur BankNordik. Tó vil sakførarin hjá saksøkjarunum, Jakob Grøndahl, vera við, at hendan rentan í stóran mun var knýtt at sokallaða CIBOR tríggjirmána [...] vístu, at broytingin í RentuLoft-lánunum alla tíðina fylgdi broytingunum í CIBOR-rentuni, at rentuískoyti oman á CIBOR-rentuna hevur verið støðug alla tíðina. Jakob Grøndahl førdi í rættinum fram, at hesi
við uppá ráð. Hann sigur, at eitt arbeiðið, sum hann metur vera sera týdningarmikið, er at húsið skal virka fyri at betra um møguleikarnar hjá føroyskum listarfólki at sleppa at royna seg uttanlanda. Her [...] og bókmentir. Hann sigur, at húsið skal hjálpa myndlistafólki við at sleppa uttanlanda at sýna fram, og virka fyri, at kunnleikin um føroyskar bókmentir verður mentur, og at føroyskar bøkur verða umsettar [...] eindin hevur føst setur. Hetta merkir sambært Niels Halm, at fólk fara at sita betur. Eisini verður lættari at sleppa frá og til sínum plássi, uttan at stólaskramblan skal órógva allan salin. Umframt alt hetta
tey óegnað at arbeiða at ferðast í ferðsluni at luttaka í orðaskifti at uppala og vegleiða børnum og ungum at umboða land og myndugleikar at taka neyðugar avgerðir, sum tí mugu útsetast at hava tamarhald [...] rúsdrekka Fyri at undirstrika vandan, sum stendst av rúsdrekka, er neyðugt at nevna, at talan er um RÚSdrekka, tvs. rúsandi løg, sum ger, at fólk gerast full. Viðhvørt kann man loyva sær at ivast, um fólk [...] handlarnar, og nøkur av svarunum vísa týðiliga, at egin atlit liggja fremri enn atlit at øðrum: Ein sigur: Og so er tað eisini keðiligt, at man skal planleggja at keypa rúsdrekka. Ein annar sigur: Hví skal
r royndi at halda við hinum báðum og annars ikki siga nakað »skeivt«. Taki fult undir við Ingeborg Winther, tá hon sigur, at vit eiga at tryggja okkum so væl til ber, at føroyingar sleppa at arbeiða í [...] vit oman á at fáa eitt skattasirkus av format. Tá er stuttleiki landskassan søguligur. Myndugleikarnir kunnu gera nógv Lítið er at ivast í, at okkara politisku myndugleikar kunnu gera nógv fyri at bøta [...] eiga sanniliga eisini at fáa sín møguleika. Tað snýr seg tí um at skipa og laga alt soleiðis, at nú arbeiði er til allar hendur og kanska væl tað, at arbeiði í hvussu er er til allar føroyskar hendur.
komin, og tí var týdningarmikið at venja seg við bátin. Men eftir at teir høvdu verið úti og vant, fingu teir og ferðaleiðarin at vita, at tað var ein stórur møguleiki fyri, at kappingin bleiv avlýst, tí vindurin [...] rógvararnir rættiliga troyttir, og tí varð gjørt av at halda frí hetta kvøldið, og so fara at venja morgunin eftir fyri at læra nýggja bátin ordiliga at kenna. Sum sagt, so gjørt. Øll fóru tíðliga til songar [...] Vindurin steðgaði DM Rógvararnir valdu eisini at venja einaferð seinni fríggjadagin fyri at læra bátarnar og málið eitt sindur betri at kenna, og so var bara at bíða til dagin eftir, tá stóra kappingin var
Vandi er fyri at Suðuroyggin liggur í læknaloysi um ikki so langa tíð. Læknarnir hava áður víst á, at arbeiðsbyrðan er ov stór og at vandi er fyri, at læknar fara at rýma, kemur ikki vend. Fyribils hava [...] harafturat veit Sosialurin, at eisini yvirlæknar á Súkrahúsinum umhugsað sína støðu. Høvdu vónir Læknarnir í Suðuroy høvdu annars bjartar vónir um at støðan fór at batna, eftir at teir síðsta summar høvdu [...] Hans Petur Nielsen, sigur, at tá ið fundurin endaði, var tað við teirri fatan, at politikararnir vóru sera positivur og søgdu seg vilja virka fyri at finna neyðugu játtanina til at loysa trupulleikan. Men
ngmaðurin spyr eisini, hvussu tað bar til, »at stjórarnir beinanvegin sluppu at seta heilt upp í 7 milliónir krónur í bankan. Var tað tí, at teir vistu, at partabrøvini vóru yvirteknaði 26 ferðir og tí [...] stjórin seta seg fyri 181 milliónum, fyri til endans at fáa 7«. Tað er heldur ikki sørt, at John Johannessen rør framundir, at samband er millum, at Jákup á Dul Jacobsen setti fyrrverandi landsstýrismannin [...] ávarar John Johannessen ímóti at fremja aðrar einskiljingar, áðrenn sølan av Føroya banka er kannað: »Oman á allar hesar spurningar ber kortini tíverri til at staðfesta, at hendan fyrsta veruliga priva