Landsdystur
Veðrið var av tí besta, lagið var gott, og nógv fólk høvdu leitað sær oman á Tórsvøll, tá føroyska landsliðið fyri aðru ferð innan fimm dagar skuldi í altjóða eldin. Í mangar mátar hevði tepra tapið fyri Sveis givið góðar vónir um dystin, og avrikið í verjuni ta ferðina boðaði frá, at jugoslavar avgjørt ikki skuldu fáa nakran lættan dyst.
Tvær ferðir trý korter seinni var alt koppað á høvdið. Tað regnaði av grimd, føroyska landsliðið hevði fingið bank, og flestu áskoðararnir vóru á veg av Tórsvølli, longu áðrenn dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Ella sum síðumaðurin segði, tá jugoslavar júst høvdu skorað fyri fjórðu ferð, tó at sólin framvegis dagaði undan: »Nú manglar tað bara eitt ordiligt æl og tvey jugoslavisk mál afturat«
Hørð orð fullu eisini eftir dystin. At lærutíð okkara í altjóða fótbólti als ikki er av enn, og at føroyska liðið krossfesti seg sjálvt við at fara ov langt niðan á vøllin, men orsøkirnar til stórtapið eru helst fleri enn sum so.
Lyklaleikarar burtur
Størsta orsøkin var helst, at hóast føroyska liðið við árunum hevur tikið seg nógv fram, og hóast samlaði landsliðshópurin er vorðin alsamt breiðari, so skerst ikki burtur, at vit hava nakrar leikarar, sum hava størri týdning fyri liðið enn aðrir.
Til dystin móti jugoslavum restaðu heili fýra av hesum leikarum, og hetta var nógv meira enn liðið kundi bera.
Avboðið hjá Toda kom sjálvandi illa við hjá Allani Simonsen, tí við hesum mistu føroyingar vandamesta álopsvápnið, men í hesum umfarinum var tað serliga sunnudagin, at saknurin í honum var stórur. Móti jugoslavum rakti tað nógv harðari, at tríggir av stinnastu verjuleikarum okkara ikki kundu spæla.
Jens Kristian Hansen, Pól Thorsteinsson og Óli Johannesen hava undir vanligum umstøðum verið roknaðir millum tryggastu menn í uppstillingini hjá Allani Simonsen, og einki er at taka seg aftur í, at hesir ofta hava átt stóran lut í sterka føroyska verjuspælinum.
Arvurin eftir Óla
Skal nakar takast fram um í so máta, so kann staðfestast, at tað serstakliga var missurin av Óla, sum tóktist kostnaðarmikil.
Allar helst kann trætast í vikuvís um, hvørt úrslitið hevði verið eitt annað, um aðrar loysnir vórðu nýttar at tippa holið eftir Óla. Um Kurt við sínum drúgvu royndum hevði kunnað stýrt verjuni betri, ella um venjarin átti at sent eftir Jan Dam, heldur enn Súna Olsen. Tey mest víðgongdur hildu eisini, at Jón Rói Jacobsen átti at fingið møguleikan, men við bert 20 landsliðsminuttum á baki kundi hetta gjørst ein heldur stór uppgáva at lyfta hjá unga leikaranum.
Nú fall valið á Fróða Benjaminsen, og uttan at leggja nakra ábyrgd á herðarnar hjá honum, so kann staðfestast, at tað var ein stórur trupulleiki, at tað ikki var Óli, sum stóð við stýrisvølin í verjupartin. Náttúrligi autoriteturin var ikki til staðar á sama hátt, sum hann vanliga er, og avleiðingin av hesum var ein ótryggleiki, sum spakuliga breiddi seg um ikki bara verjuna, men eisini miðvøllin, har eftiransingar ikki vóru so tættar, sum vanliga eru.
Tá hetta er sagt, so skal eisini leggjast afturat, at tað vóru fleiri góðar orsøkir til, at Allan setti Fróða á uppgávuna, sum tó í mangar mátar var ein uriaspostur. Av teimum leikarum, sum vóru í hópinum, er Fróði helst tann, sum best egnaða flytingarmynstrið, tá tað ræður um at vera sweepari. Hann er ikki á nakran hátt bangin fyri at átaka sær eina stóra uppgávu, og hóast landsdystirnir eru fáir í tali, so er hann heldur ikki bangin fyri at rópa á og stýra meira royndu liðfeløgunum.
Trupulleikin var bara tann, at arvurin eftir Óla í løtuni er ov tungur hjá nøkrum føroyskum leikara.
Jugoslaviska sjúkan
Ein onnur orsøk til tennistølini er helst hin sama, sum hevur verið galdandi tær báðar undanfarnu ferðirnar, tá vit hava tapt stórt fyri Jugoslavia. Nevnliga tann, at jugoslaviski spælihátturin so avgjørt ikki er nakað, sum hóskar seg til føroyingar.
Ofta hava bestu altjóða úrslit okkara verið móti mótstøðuliðum, sum hava roynt at trýst føroysku mótstøðuna burtur. Hevur tað í hesum dystum eydnast okkum at fáa eina góða byrjan, hevur ligið væl fyri at staðið ímóti størsta partin av dystinum, tí talan tá ofta gerst um eitt sterilt ? onkur vildi sagt impotent ? trýst.
Líggja veðurlagið á Balkan hevur tó viðført, at jugoslavar hava eina fótbóltsuppaling, sum liggur langt burtur frá hesum. Snøgt sagt tí tað er ógjørligt hjá einum liði at spæla press-fótbólt í 90 minuttir. Ístaðin hava teir ment ein spælistíl, sum av mongum verður rópt evropeiska svarið upp á samba, har bóltflytingarnar ofta eru nógvar, leikferðin hampuliga lág, og tá so mótstøðuliðið er farið niður á hæl, heldur enn at standa á tærnum, eksploderar liðið frameftir í ógvusligum temposkiftum.
Hóast føroysku leikararnir ofta stóðu væl á vøllinum, tá málini komu, so tóktist tað í fleiri førum alt ov lætt hjá jugoslavum at spæla seg til møguleikarnar. Helst ein avleiðing av omanfyrinevnda spælistíli, sum at kalla ruraði føroyingarnar á einum kodda, soleiðis at okkara ikki vóru nóg vaknir, tá eksplosiónin kom.
Gaman í eru vit ikki longur bara við fyri at læra, men hinvegin skerst ikki burtur, at fyri ein stóran part eru okkara leikarar enn »glaðir amatørar«, og at evnini at savna seg um uppgávuna í samfullar 90 minuttir svíkja av og á. Serliga tá vandin ofta kemur, tá leikararnir minst vara tað.
Stjørnur og tó
Oman á alt hetta, so skerst heldur ikki burtur, at millum mótstøðumenninar í dag taldust nakrir leikarar, sum hoyra til creme de?la creme í altjóða fótbólti. Tríggir teirra hava verið partur av vinnandi liðnum í einari europeiskari finalu, ein var toppskjútti í undanfarna EM-endaspælinum, meðan ein annar fyri stuttum varð kostin besti málskjúttin í hollendsku heiðursdeildini.
Alt hetta eru heitið, sum føroyskir leikarar bert kunnu droyma um, og sum KÍ-venjarin, Tomislav Sivic, segði í mikudagsútgávu okkara, so eigur ein ávísur munur at vera á, tá spælararnir eru somikið ymiskir.
Tað skerst heldur ikki burtur, at jugoslavar til tíðir sýndu satt stórspæl. Smáspælið gekk kvikliga fyri seg við fyrstu ferðs sendingum, leikararnir fluttu seg sera væl fyri hvørjum øðrum, og til tíðir sóust tekniskar detaljur í heimsflokki.
At okkara eisini sluppu upp í part, gjørdi eisini, at dysturin í longum løtum eisini var undirhaldandi fyri áskoðararnar, og við eitt lítið sindur av hepni kundi føroyska liðið eisini fingið okkurt málið burtur úr royndunum á málið.
Turru tølini standa tó eftir, og hesi siga, at føroyska liðið tapti við tennistølum fyri einum liði, sum higartil í undankappingini bert hevði ein sigur ? móti Luksemburg ? at vísa á. Eitt 6-0 tap á heimavølli er ongantíð nøktandi, líkamikið hvussu dygg mótstøðan so er. Hetta vita bæði leikarar og venjarin betri enn nakar annar, Vónandi ber til at reisa seg frá hesi eyðmýking, tá føroyingar næstu ferð spæla landsdyst. Hesin verður í Beograd 15. august móti Jugoslavia.
Málini
0-1: Dejan Stankovic
Mihailovic sendir knallhart hornaspark innfyri, har Stankovic við høvdinum beinir bóltin í málið
0-2: Mateja Kezman
Eftir at føroyingar missa á miðvøllinum, verður Milosevic sendir avstað, og innleggið frá honum stútar Kezman upp undir tvørtræið.
0-3: Dejan Stankovic
Eftir skjott bandaspæl við Milosevic gerst Stankovic leysur og skorar.
0-4: Savo Milosevic
Kezman vinnur bóltin av Johan B. Hansen, og stingur inn um til ein leysan Milosevic.
0-5: Mateja Kezman
Milosevic sendir bóltin innfyri, og innleggið ferðast fram við alt og øllum til handaru stong, har Kezman setir í kassan.
0-6: Mateja Kezman
Í fyrstu atløgu fær Jákup boksa eitt innlegg nakað út, men ikki longur enn til Kezman, sum sostatt fer fullgjørt sítt hat-trick.
Dysturin í tølum:
Føroyar-Jugoslavia 0-6 (0-2)
HM undakappingardystur
Á Tórsvølli mikudagin 6. juni 2001, kl. 18.00
4.371 áskoðarar
Dómarakvartett úr Kekkia: Jaroslav JARA, Evzen AMLER, Mirloslav TULINGER og Karel VIDLAK
FIFA umboðsmaður úr Eysturríki:
0-1: Dejan STANKOVIC, 20.
0-2: Mateja KEZMAN, 29.
0-3: Dejan STANKOVIC, 55.
0-4: Savo MILOSEVIC, 68.
0-5: Mateja KEZMAN, 86.
0-6: Mateja KEZMAN, 89.
Føroyar: 1. Jákup MIKKELSEN, Herfølge BK 21/-39 ? 4. Jákup á BORG, B36 14/0, 5. Hans Fróði HANSEN, B68 19/1 Fróði BENJAMINSEN, B68 11/0, 3. Johan B. HANSEN, OB 4/0, 6. Øssur HANSEN, B68, liðformaður, 46/2 ? 7. John PETERSEN, B36 33/3, 7. Sámal JOENSEN, GÍ 22/0 (14. Rógvi JACOBSEN, HB 10/0), 8. Julian JOHNSSON, Sogndal IL 39/1 (12. Allan MØRKØRE, HB 54/1)? 9. Christian Høgni JACOBSEN, NSÍ 5/1 (17. Helgi L. PETERSEN, GÍ, 2/0 75.), 10. Uni ARGE, HB 35/7
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 13. Kurt MØRKØRE, Sogndal IL 34/3, 15. Súni OLSEN, Zwoll 1/0, 16. Jens Martin KNUDSEN, NSÍ 52/-139, 17. Jón Rói JACOBSEN, HB 1/0
Venjari: Allan SIMONSEN
Hjálparvenjari: Jógvan Martin OLSEN
Liðleiðari: Heðin ASKHAM
Ognarrøkil: Birgir HANSEN
Lækni: Torbjørn VIDERØ
Fysioterapeutar: Álvur HANSEN og John-Reid SKORALÍÐ
Gult kort: Johan B. HANSEN, 61.
Reytt kort: einki
Jugoslavia: 1. Radovan RADKOVIC, FK Partizan 1/0 ? 2. Zoran MIRKOVIC, Fenerbache 42/0 (13. Goran BUNJEVCEVIC, Reyða Stjørna 12/0, 44.), 11. Sinisa MIHAJLOVIC, Lazio, 52/8, 3. Goran DOROVIC, Celta Vigo 45/0 ? 7. Nikola LAZETIC, Fenerbache 8/0 (14. Milan OBRADOVIC, FK Obilic 6/0, 46.), 10. Dejan STANKOVIC, Lazio 28/8, 5. Lubjinko DRULOVIC, FC Porto 34/3 (15. Sasa ILIC, FK Partizan 9/3, 74.), 6. Bosan DMITROVIC ? 9. Savo MILOSEVIC, Parma, 57/28, 8. Predrag MIJATOVIC, Fiorentina 57/23, 4. Mateja KEZMAN, PSV Eindhoven 11/5
Venjarar: Dejan Savicevic, Vujadin Boskov, Ivan Curkovic
Gult kort: Dejan STANKOVIC, 74., Predrag MIJATOVIC, 87.
Reytt kort: Einki










