Nú eru tey sjálvsøknu ”vaksnu” aftur úti og vilja hava fría rúsdrekkasølu í Føroyum. Tað er tekin um stuttskygni og vantandi umsorgan fyri næstanum, tá fólk siga, at tey vilja hava sølu av rúsdrekka í handlunum. Fremsta kravið til ein ”vaksnan” er, at hann uppførir seg sum ein vaksin. Og vaksin merkir, at man tekur tørvin hjá teimum yngru fram um sín egna. Tørvin hjá barninum, unglinginum og næstanum sum heild. Tað gera tey ikki, sum vilja hava rúsdrekkasølu í handlarnar. Dimmalætting hevur spurt nøkur fólk, hví tey vilja hava rúsdrekkasøluna í handlarnar, og nøkur av svarunum vísa týðiliga, at egin atlit liggja fremri enn atlit at øðrum:
Ein sigur: Og so er tað eisini keðiligt, at man skal planleggja at keypa rúsdrekka.
Ein annar sigur: Hví skal man standa í kø haruppi? Brúka óneyðuga tíð og bensin?
Og ein triði sigur: So sleppur man frá at fara í rúsuna. Tað er ikki altíð man hevur tíð at fara hagar. Men kanska tað virkar avmarkandi í sjálvum sær.
Tað undrar meg almikið, at ongin hugsar um børnini og teirra gerandisumhvørvi, ella tey sárbæru ungu, sum eru skjót at fella hendan ella hinvegin. Ein aðaluppgáva hjá lóggevarum er at skapa eitt trygt samfelag fyri børn og ung. Tað verður ikki gjørt við at fylla teirra umhvørvi við rúsdrekka og við at ”venja” tey við sterka løgin.
Fólk gerast full av rúsdrekka
Fyri at undirstrika vandan, sum stendst av rúsdrekka, er neyðugt at nevna, at talan er um RÚSdrekka, tvs. rúsandi løg, sum ger, at fólk gerast full. Viðhvørt kann man loyva sær at ivast, um fólk veruliga geva sær far um vandan. Tí tá fólk gerast full, eru tey óegnað
at arbeiða
at ferðast í ferðsluni
at luttaka í orðaskifti
at uppala og vegleiða børnum og ungum
at umboða land og myndugleikar
at taka neyðugar avgerðir, sum tí mugu útsetast
at hava tamarhald á kenslum, sinni, rørslum, pengum, tankum o.m.a.
Og harumframt er vanligt, at jøvn og áhaldandi nýtsla av rúsdrekka gerst ein vandi fyri
heilsuna og harvið heilsuverkið, almannaverkið og fíggjarlógina
familju og hjúnarband
onnur í nærumhvørvinum
arbeiðspláss
pengapungin
Avleiðingar kunnu gerast
sosialir sorgarleikir
knúst heim
børn í sálarligum trupulleikum
harðskapur, ágangur og happing
einsemi
Alt hetta sigur okkum, at rúsdrekka ongantíð verður ein vanlig gerandisvøra, sum kann sammetast við viðskera, frukt og grønmeti. Tí ongar av hesum vørum hava tær álvarsligu avleiðingar, sum vístar eru omanfyri. Rúsdrekka er ein vøra, sum má handfarast við størsta varsemi ájavnt við sterkan heilivág. Tí eiga vit framhaldandi at hava einkarsølu á sama hátt, sum vit hava einkarsølu á apotekunum av sterkum heilivági.
Uttanlands
Í greinini í Dimmalætting sigur Bjørg Jacobsen, etnologur, m.a. at
Føroyar er sum ein ostaklokka og hevur tú t.d. ikki búð uttanlands, so veitst tú heldur ikki, at skipanirnar aðrastaðni rigga væl, og at tað ber til at keypa sær vín, øl og rúsdrekka í handlunum.
Ikki veit eg, hvaðani hon hevur hesar upplýsingar, men um ”uttanlands” er í Danmark, sum tað er hjá flestu føroyingum, ið nýta tað hugtakið, haldi eg ikki, at skipanin riggar serliga væl. Har er miðalnýtslan fleiri litrar omanfyri miðalnýtsluna í Føroyum, og Danmark hevur ovurstórar trupulleikar av rúsdrekkanýtsluni. Grønland kann hon so ikki meina við, tí har eru sosialu trupulleikarnir av rúsdrekka vanlukkuligir. Hini norðurlondini hava einkarsølu eins og Føroyar, og har er miðalnýtslan á heldur lægri støði. Nei, latið vera við at trútta niður í væl upplýst fólk, at frí rúsdrekkasøla er gongda leiðin; vit vita øll betur.
Børnini
Eg kenni ongan smádrong ella smágentu, sum eru stolt av at leiða sín hálvfulla pápa oman eftir Áarvegnum á Ólavsøku. Heldur ikki eru tað mong børn, sum reypa av, at pápi og enn minni mamma teirra eru full ella drekka. Tey royna at goyma tað og finna neyðugu undanførslurnar fram, tá tað er neyðugt. Sum heild gongur okkara egoisma út yvir børnini, og tey gerast altíð tapararnir, tá rúsdrekka verður nýtt. Vit eiga ongantíð at skapa eitt samfelag, sum tekur tørvin hjá teimum vaksnu fram um tørvin hjá børnunum. Og kunnu vit bjarga børnunum undan óneyðugum trupulleikum við at hava eina avmarkandi rúsdrekkalóg við einkarsølu, so eiga vit at gera tað. Tað er lætt at fáa fatur á rúsdrekka, tí einkarsølan er opin allar vanligar dagar. Tí er ongin orsøk til at gera tað enn lættari, tí børn, ung og veikar sálir gerast tapararnir. Latið okkum sum vaksin seta okkara egnu tørvir til síðis til frama fyri tey, sum eru veikari enn vit, so vísa vit samfelagssinni.