Elias Ellefsen á Skipagøtu var ikki til at steðga. Hann skoraði heili 11 mál fyri Kiel, og átti leygarkvøldið sín stóra lut í 27-25 (11-11) bundesliga-sigrinum hjá THW Kiel á Hamburg í Wunderino høllini í Kiel.
Elias hevur higartil í trimum dystum í bundesliguni skotið 23 mál fyri Kiel, ið hevur seks stig fyri tríggjar dystir.
Við Youtube-rásina, Dyn Handball segði Elias aftaná dystin, at Hamburg hálaði Kiel niður í ferð, og tað kravdi hart arbeiðið at knógva sigurin.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Umframt mál hjá Eliasi, so sæst og hoyrist eisini eitt samrøðubrot á týskum við Elias, ið eisini er vorðin stinnur í tí:
##med2##