Tróndur vann seg víðari og Rói reyk úr steypakappingini

HF Karlskrona hevur vunnið seg í fjórðingsfinalurnar

Tvey føroyingalið spældu fyrr í dag seinnu áttandapartsfinalurnar í svensku steypakappingini í hondbólti hjá monnum.

 

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona vunnu á heimavølli 33-31 á Redbergslid úr Göteborg. Í steðginum var Karlskrona á odda 20-16.

 

Fyrri dysturin í Göteborg endaði við javnleiki 30-30, so Karlskrona vann ein samlaðan 63-61 sigur á Redbergslid. Tróndur skoraði trý mál.

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby formáddu sær lítið í seinnu áttandapartsfinaluni móti verandi meistarunum, Ystad. 

 

Ystad vann ein greiðan 36-27 (19-16) sigur á Hallby. Í fyrra dystinum vann Ystad 33-29, so talan gjørdist um ein samlaðan 69-56 sigur til Ystad. Rói skoraði eitt mál.

 

Mikukvøldið klokkan 18 spælir Hallby dyst á heimavølli í bestu svensku deildini móti Skövde. Júst somu klokkutíð hevur Karlskrona heimadyst móti Guif.