Tað rakti lántakararnar meint, tá BankNordik í 2012 brádliga broyttir treytirnar fyri RentuLoft-lánini.
Eitt rættarmál móti BankNordik byrjaði í Føroya rætti í morgun. Tað eru 35 viðskiftafólk hjá bankanum, sum hava saksøkt BankNordik viðvíkjandi handfaring bankans av húsalánum teirra.
Tað var í 2006, at BankNordik fór undir at bjóða viðskiftafólkum sínum tey sokallaðu RentuLoft-lánini. Fyrimunurin við hesum lánum, segði bankin, var, at viðskiftafólkini kundi njóta ágóðan av eini skiftandi rentu, tá rentan var lág, uttan ótta fyri, at hon skuldi gerast ov høg, tí at eitt loft var sett á, hvussu høgt rentan kundi stíga. Í 2012, eftir at bankakreppan hevði skakað heimin, sendi BankNordik viðskiftafólkunum, ið høvdu fingið sokallaði RentuLoft-lán, eitt bræv, har greitt var frá, at treytirnar fyri lánið vóru broyttar.
Sakarmálið snýr seg um, hvørt BankNordik hevði heimild at fremja hesar broytingarnar í treytunum, og um BankNordik, eftir at heildarmetingar eru gjørdar, hevur verið skyldubundin at fylgja eini uttanhýsis rentu. BankNordik metir seg hava havt heimild til broytingarnar og sigur seg ikki hava verið skyldubundin at fylgja ávísum uttanhýsis rentum. Saksøkjararnir meta ikki, at BankNordik hevur heimild at gera hesar broytingarnar, ei heldur at grundgevingarnar fyri broytingarnar eru nóg væl grundaðar. Saksøkjararnir meta eisini, at fráboðanin um broytingarnar stríða ímóti kunngerðunum um góða siðvenju.
Bakgrundin fyri lánunum er, at Eik Banki í 2006 fór undir at bjóða realkreditlán til viðskiftafólk síni. BankNordik hevði ikki hendan møguleikan, men fór tí undir at bjóða hesi RentuLoft-lánini. RentuLoft-lánini høvdu eina flótandi rentu, men við einum lofti. Flótandi rentan var knýtt at ymiskum pørtum, sigur BankNordik. Tó vil sakførarin hjá saksøkjarunum, Jakob Grøndahl, vera við, at hendan rentan í stóran mun var knýtt at sokallaða CIBOR tríggjirmánaðir-rentuni. CIBOR stendur fyri Copenhagen Inter-Bank Offered Rate, og er ein renta, ið ofta verður nýtt sum tilvísing fyri onnur rentustøði. Jakob Grøndal legði millum annað fram prógv, ið vístu, at broytingin í RentuLoft-lánunum alla tíðina fylgdi broytingunum í CIBOR-rentuni, at rentuískoyti oman á CIBOR-rentuna hevur verið støðug alla tíðina.
Jakob Grøndahl førdi í rættinum fram, at hesi 35 umboðaðu familjur við nógvum ymiskum bakgrundum, sum hava nýtt RentuLoft-lánini til at fíggja síni húsakeyp. Onkur teirra vóru viðskiftafólk hjá Eik, men skiftu til BankNordik fyri at fáa hetta lánið.
Samanborið við vanlig bústaðarlán, vísti tað seg, at fram til banka- og fíggjarkreppuna á heystið 2008, var tað bíligari at hava vanligt bústaðarlán enn RentuLoft-lán. Men í januar 2009 fall CIBOR-rentan nógv og hevur síðani verið fallandi. Tá gjørdist tað endiliga bíligari hjá teimum, ið høvdu RentuLoft-lán, ið mun til teirra, ið høvdu vanligt bústaðarlán.
Tað kom teimum tí dátt við, tá BankNordik í 2012 valdi at broyta treytirnar í RentuLoft-avtalunum. Í brævi til lántakararnar var víst á, at orsaka av banka- og fíggjarkreppuni vóru krøvini til bankarnar herd, og at hetta førdi við sær øktar útreiðslur fyri bankarnar. BankNordik hevði tí avgjørt, at RentuLoft-lánini framyvir skuldu fylgja vanligu bústaðarlánsrentuni, tó at hon skuldi liggja eitt prosentstig lægri. Fyri onkrar lántakarar førdi hetta við sær, at rentan hækkaði við tveimum prosentstigum eftir einari nátt.
Tað er hesa fráboðan, ið sakarmálið snýr seg um. Saksøkjararnir meta ikki, at bankin hevði heimild at broyta treytirnar á hendan hátt og soleiðis at skifta grundarlagi undir rentuni, BankNordik bjóðaði í RentuLoft-lánunum. Tey heita tí á dómaran, um at áleggja BankNordik at nýta upprunaligu CIBOR-rentuna sum tilvísing fyri rentustøði.
Sambært tí, ið kom fram í rættinum í morgun, so hevur BankNordik givið 232 tílík lán til eitt samlað virði á 195 milliónir krónur. Tey 35, sum nú hava saksøkt BankNordik, hava fingið lán á tilsamans 26 milliónir krónur. Lánini hjá hesum 35 eru úr 400.000 krónum til 2,5 milliónir og miðallánið er 1,3 milliónir krónur.
Í rættinum kom eisini fram, at Janus Petersen, stjóri í BankNordik, ikki fer at møta í rættinum, við tað, at hann er staddur uttanlands. Sakførarin hjá teimum 35, Jakob Grøndahl, var harmur um hetta, við tað at Janus Petersen tí ikki verður tøkur til at geva sína vitnisfrágreiðing.
Málið var í fjør viðgjørt av Fíggjareftirlitinum, eftir at nøkur av viðskiftafólkum bankans høvdu kært rentuásetingina. Fíggjareftirlitið gav tá BankNordik viðhald og havnaði kæruni frá viðskiftafólkunum, men nú hava so nøkur teirra valt at royna málið í Føroya Rætti.
Føroya Rættur hevur sett tríggjar dagar av til sakarmálið, sum tí gongur í dag, í morgin og fríggjadagin.