EINSKILJING
Tað eru ikki allir samgongulimir, sum eru so fegnir um gongdina í bankamálinum í seinastuni. Hvørki á høgra- ella vinstraveinginum í samgonguni.
Javnaðarmaðurin, John Johannessen, skrivar í lesarabrævi, at »sølan stinkar«, og fólkafloksmaðurin, Poul Michelsen, skrivar, at »bankin er seldur fyri væl minni enn hann er verdur«.
Heldur ikki framsøgumaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum, Tórbjørn Jacobsen, hevur givið bankasøluni tey bestu skotsmálini.
Allir hesir tríggir tingmenninir vóru kortini við til at atkvøða fyri, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heimilaði Fíggingargrunninum frá 1992 at skráseta partabrøvini í P/F Føroya Banka á Virðisbrævamarknaði Føroya og selja partabrøvini, soleiðis at ein partur skuli verða seldur bólki aella bólkum av fíggjarligum íleggjarum, meðan restin skuldi verða seld privatum og sokallðaðum stovnsligum íleggjarum.
Jákup á Dul keypti fíggjarmálaráharran
John Johannessen vil vera við, at »tann ríki gjørdist ríkari, og harvið gjørdist munurin ímillum lønartrælin og alsamt sjónligaru nýggju aðalstættina enn størri” eftir søluna. Javnaðartingmaðurin spyr eisini, hvussu tað bar til, »at stjórarnir beinanvegin sluppu at seta heilt upp í 7 milliónir krónur í bankan. Var tað tí, at teir vistu, at partabrøvini vóru yvirteknaði 26 ferðir og tí kundi annar stjórin seta seg fyri 181 milliónum, fyri til endans at fáa 7«.
Tað er heldur ikki sørt, at John Johannessen rør framundir, at samband er millum, at Jákup á Dul Jacobsen setti fyrrverandi landsstýrismannin í Fíggjarmálum, Bárð Nielsen, sum stjóra fyri byggiætlanini Stórutjørn, nú sami Jákup á Dul Jacobsen eigur smápartafeløg, sum hava keypt stóran part av bankanum.
»Hvussu ber tað til, at ríkmaðurin sum herfyri ósmæðið keypti landsstýrismannin í fíggjarmálum, uttan trupulleikar gjørdist størsti eigarin av einskilda bankanum? Hvønn leiklut hevur landsstýrismaðurin, sum upprunaliga fyrireikaði søluna, seinni havt í keypinum av bankanum? «, spyr javnaðartingmaðurin.
Somuleiðis ávarar John Johannessen ímóti at fremja aðrar einskiljingar, áðrenn sølan av Føroya banka er kannað: »Oman á allar hesar spurningar ber kortini tíverri til at staðfesta, at hendan fyrsta veruliga privatiseringin hevur førkað føroyska samfelagið nærri einum ógvuliga óhepnum stættarbýti. Hetta eigur Javnaðarflokkurin ikki at lata sær lynda. Og tí er tað, at eg eftir at hava ráðført meg við nøkur av fremstu fólkunum í Javnaðarflokkinum mæli til, at allar privatiseringar verða steðgaðar meðan Føroya Banka sølan verður eftirmett og politiskt viðgjørd«.
Fólk føla seg snýtt
Heldur ikki Poul Michelsen hevur mjúk orð at geva søluni, sum hann sjálvur var við til at atkvøða fyri. »Eg eri sterkt í iva um sølan av Føroya Banka fær positivar avleiðingar á aðrar einskiljingar«(...) »At eftirspurningurin at keypa partabrøv varð 26 ferðir størri enn útboðið, sigur nakað um hvussu skeiv virðismetingin av Føroya Banka er. Tað er bara eitt faktum«.
(...) »Fólk hava fullan rættin at føla seg snýtt. Fyrst hava tey ikki fingið møguleikan at keypa partabrøv í rímiligan mun, og harnæst hevur samfelagið mist hundraðtals milliónir«.
Bankin foreraður burtur
Sosialurin hevur seinastu dagarnar roynt at fingið eina viðmerking frá størsta andstøðuflokkinum um ta politisku ónøgdina, sum valdar í samgonguni um hetta málið. Enn hevur tó ikki eydnaðst at fáa orðið á framsøgumann Tjóðveldisfloksins, Tórbjørn Jacobsen, men fyrr í mánaðinum skrivaði hann m.a. í eini grein, at »Javnaðarstjórnin hjá Jóannesi Eidesgaard fæst í hesum døgum við at forera ein banka burtur til útlendingar og nakrar føroyingar, sum hava orku og fíggjarmegi at gerast partur av klondyke søguni Føroya Banki« (...) »Politiski pyromanurin Bárður Nielsen kyndi og oysti benzin á bálið, og tók til beins áðrenn hann skoldaði sær holdið«.
Sostatt er líkt til, at tingfólk eru sera ónøgd við einskiljingarleistin, ið 31 tingfólk sjálv vóru við til at samtykkja 2. mai í fjør.