Martin Kúrberg: Misnýtarar hava eisini aðrar sjúkur

– Eg eri eitt sindur stúrin um, at Landssjúkrahúsið sendir løgregluna eftir sjúkum fólki og sleppir teimum av á Herberginum

Tað sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn.

 

Hann vísir á tað, sum vit hava skrivað um í morgun, at løgreglan greiðir frá, at tey tvær ferðir hava verið eftir sama manni, sum drukkin hevur órógvað á Landssjúkrahúsinum, har hann hevði verið til onkra viðgerð á skaðstovuni.

 

Lesið eisini: Drukkin maður vil ikki fara av sjúkrahúsinum

 

– Misnýtarar hava eisini aðrar sjúkur enn at vera misnýtarar. Hesin maður, sum talan er um, er sjúkur. Men í staðin fyri at taka sær av manninum, so sendir Landssjúkrhúsið boð eftir løgregluni, sum sleppur manninum av á Herberginum. Hesum eri eg stúrin fyri, sigur Martin Kúrberg.

 

Hann sigur, at hann kennir hesi viðurskiftini, tí hann hevur sjálvur roynt tað sum fyrrverandi misnýtari. Og hann heldur tað als ikki vera í lagi, at fólk verða soleiðis viðfarin.