Tað var eitt vanligt leygarkvøld heima hjá Essa og Hervør Petersen. Hjúnini, ávíkavist 64 og 65 ára gomul, tóku sær av løttum og hugdu eftir sjónvarpi.
- Vit tørnaðu inn stutt fyri midnátt. Og jú, úthurðin stóð óløst, eins og hon altíð ger, greiðir Essa frá.
Síðani hetta leygarkvøldið 13. juli verður úthurðin hjá hjúnunum á Todnesi í Norðdepli læst. Hvørt kvøld.
Hendingin tíðliga sunnumorgunin 14. juli hevur sett síni djúpu og greffligu sár í nærumhvørvið í Norðdepli, men eisini kring alt landið vórðu fólk skelkað. Henda morgunin vaknaði føroyska samfelagið til tíðindini um, at ein 18 ára gamal maður hevði stungið fýra fólk við knívi í Norðdepli. Talan var um óvanliga ógvusligan harðskap. Tey fýra fólkini vórðu øll í skundi flutt við sjúkrabili til Klaksvíkar Sjúkrahús, tey høvdu mist nógv blóð og høvdu tørv á nógvari viðgerð.
18 ára gamli gerningsmaðurin varð handtikin, og eftir grundlógaravhoyring sama kvøldið varð hann skuldsettur fyri drápsroynd og harðskap av serliga grovum slag.
Fyri Essa og Hervør Petersen broytti henda náttin alt.
Jagstrað
Blóðuga leiðin hjá 18 ára gamla gerningsmanninum hesa lagnunátt byrjaði inni í húsinum hjá einum av børnunum hjá Essa og Hervør í Norðdepli, har ein ommu- og abbasonur býr saman við unnustuni. Um hetta mundið var hann til skips, men í húsinum var tó ein annar av ommu- og abbabørnunum, ein 16 ára gamal drongur, sum var heima í summarfrí úr Danmark. Í hesum húsunum, einar 150-200 metrar frá húsunum hjá Hervør og Essa, byrja ræðuleikarnir.
- Gerningsmaðurin kemur inn í húsini hjá teimum, leitar upp gentuna, leypir á hana og skal kvala og drepa hana. 16 ára gamli abbasonurin hoyrir, hvat er áfatt. Hann reagerar, leypir á hann og roynir at halda honum, meðan gentan sleppur sær til rýmingar. Aftaná hava vit fingið at vita, at hann hesa løtuna bleiv skorin og stungin tilsamans 23 ferðir, greiðir Essa Petersen frá.
Hann steðgar á, sjónliga merktur av støðuni. Knívurin rakti 16 ára gamla abbasonin at kalla alla staðni á kroppinum. Essa heldur fram:
- Í meðan roynir gentan at flýggja. Hon rennur oman til okkara. Men illa viðfarni abbasonurin klárar ikki at halda gerningsmanninum, ið rennur aftaná. Úthurðin hjá okkum er altíð opin, og hon leypur inn og fer upp trappurnar. Á veg upp fær hann fatur í beinið á henni, men hon fær tó sparkað hann so frætt frá sær, at hon sleppur leys. Vit bæði vakna við at hon kemur brestandi og skríggjandi inni í sovikamarið hjá okkum, greiðir Essa frá og hyggur yvir á konuna Hervør.
Klokkan er umleið átta, henda sunnumorgun.
- Ja, hon kom yvir á mínari síðu á songini og leyp upp í songina. Hon var hjartkipt og rópti, at hann vildi drepa seg. Tað gekk ein løta, áðrenn tað gekk upp fyri okkum, hvat fór fram, leggur Hervør afturat.
Tað er eingin ivi um, at unga gentan var høvuðsmálið fyri aggressjónirnar hjá gerningsmanninum. Men hesa løtuna sat hon uppi í songini, og gerningsmaðurin slapp ikki at henni aftur. Brádliga vóru tilkomnu hjúnini í vegin.
Hervør Petersen bleiv stungin í hálsin, beint undir hjálkabeininum. Eisini vinstri armur hennara føldi knívin hjá gerningsmanninum.
Síðani kom túrurin til Essa.
- Eg vaknaði við at eg sá gentuna koma innar í kamarið. Hon var bara í undirklæðum. Mín fyrsti tanki var, hví hon var soleiðis litað. Men tá síggi eg, at hon er tað bera blóð um allan kroppin. Hon var skorin eftir øllum rygginum, greiðir Essa frá.
Óveruliga støðan sendir hann í sjokk.
- Tað var, sum alt frysti. Eg bleiv vekk. Skuldi fara í sjálvverju, men kláraði einki. Eg veit ikki, hvat hendi hasi sekundini, greiðir Essa frá.
Aftaná skuldi tað vísa seg, at Essa Petersen hesi fáu sekundini varð stungin fimm ferðir í búkin og í síðuna. Tað visti hann bara ikki tá.
- Eg líkasum klárni eitt sindur. Síggi álvaran í støðuni. Eg standi við síðuna av honum, hyggi í andlitið á honum. Eg veit ikki hvussu, men eg fái so savnað alla mína megi og smekki til. Eg raki hann í nakkan, og tá rýmir hann.
Essa Petersen fer til gongu út úr sovikamarinum, sjónliga merktur av støðuni.
- Eg fekk aftur somu kensluna. Skuldi fara aftaná manninum, men kláraði einki. Tað var aftur, sum um alt frysti.
Úr einum vindeyga sær hann unga mannin fara um byrgingina til Haraldsund. Essa fer inn aftur í kamarið.
- Eg hevði framvegis ikki ánilsi av, at eg var stungin. Men tá eg komi inn aftur í kamarið, síggi eg, at alt flýtur í blóði. Tá gekk upp fyri mær, at vit máttu fáa hjálp.
Hjúnini ringja 112, og eisini ringir Hervør til eina systir sína.
- Vit vistu ikki, hvør hesin maðurin var. Tað var ikki, fyrr enn abbasonurin løtu seinni kom oman, at hann segði við okkum, hvør maðurin var, greiðir Hervør frá.
Hjálpin
Tað tók løgregluni 18 minuttir at koma á staðið, og í hølunum á teimum komu fleiri sjúkrabilar.
Hervør fór við fyrsta sjúkrabilinum, og síðani Essa. Eisini 16 ára gamli ommu- og abbasonurin og unga gentan, ið sum nevnt var unnusta við ein annan ommu- og abbason, vórðu flutt á sjúkrahúsið.
Meðan Hervør var sloppin við smærri stingum í hálsin og armin, so var verri statt hjá Essa. Hann var ringast fyri av teimum øllum fýra. Hvussu álvarslig hansara støða var, kom tó ikki til sjóndar fyrr enn á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
- Inni á sjúkrahúsinum merki eg knappliga eina øgiliga pínu. Seinni søgdu læknarnir við meg, at knívurin hevði sett hol á, inni í búkinum. Eg hevði bløtt okkurt um hálvan annan litur av blóði innvortis, og støðan vísti seg at vera rættuliga hættislig.
Essa Petersen varð lagdur undir skurð. Læknarnir máttu skera hann upp fyri at sleppa fram at gøgnunum í maganum, sum høvdu fingið skaða.
- Hevði eg ikki komið so skjótt undir læknahond, so hevði verið galið, staðfestir Essa, meðan hann greiðir frá pínuni.
- Eg var sera vánaligur. Eg vaknaði og rópti av pínu. Tey fyltu meg við morfin, og fólk sat vakt yvir mær. Í fýra dagar toldi eg ikki, at nakar kundi vitja meg.
Essa var innlagdur í 14 dagar, meðan Hervør var útskrivað eftir fimm dagar á sjúkrahúsinum.
- Men tá vóru okkara hús framvegis avsperrað av politinum so eg fór fyrst nakrar dagar á Sjómansheimið í Klaksvík, har eg eisini arbeiði, greiðir Hervør frá.
Heimaftur
Týsdagin 30. juli fóru hjúnini fyrstu ferð inn aftur í húsini í Norðdepli.
- Tað var ein sera løgin kensla. Vit høvdu fingið fólk at taka upp og vaska fyri okkum. Alt mátti sjálvandi keypast nýtt á songina, sum hevði verið tað bera blóð. Men tá eg skuldi fara at leggja á songina, tá kláraði eg ikki meira. Alt kom fram fyri meg aftur, greiðir Hervør frá.
Hjá Essa kom reaktiónin kvøldið eftir.
- Ja, fyrsta dagin og náttina merkti eg sum so einki. Men náttina eftir fekk eg marruna. Droymdi at eg varð jagstraður, og kláraði ikki at sleppa undan.
Tilburðurin hevur broytt nógv. Tey hugsa ofta um støðuna. Og løtan rennur ofta fram fyri tey aftur.
- Eg fái tað óbehagiligt, tá eg hugsi um hetta, sigur Essa rørdur.
Tankarnir um einaferð at møta gerningsmanninum aftur ræða hann.
- Hvat nú, um hann sleppur leysur og eg møti honum aftur. Eg ynski veruliga ikki at møta honum aftur. Hann kundi gjørt, at eg fór av hesi verð, leggur hann afturat.
Eisini hjá Hervør hevur hendingin sett síni spor.
- Mær dámar ikki at vera einsamøll. Eg fari beinanvegin at spekulera, hvat kann henda, og eg veit ikki, hvat eg skal gera, sigur hon.
Meðan Hervør so smátt er byrjað aftur til arbeiðis á Sjómansheiminum í Klaksvík, so gongur Essa framvegis fyri einki. Hann er sjálvstøðugur vinnurekandi við lastbili og gravimaskinu, men enn standa standa maskinurnar stillar.
- Nei, enn er ikki hugsingur um at fara aftur til arbeiðis. Eg orki púrasta einki. Pínan er ikki so ring meira, men eg orki einki, leggur hann afturat.
Hví
Hjúnini hava, eins og hini bæði offrini, fingið tilboð um sálarliga kreppuhjálp, ið framvegis verður givin teimum.
- Tað gevur okkum høvi at tosa um og seta orð á hendingina. Tað er gott, siga Hervør og Essa við ein munn.
Spurningarnir blíva tó við at mala í høvdinum og fylla nógv í gerandisdegnum hjá Hervør og Essa.
- Eingin veit, hví gerningsmaðurin gjørdi, sum hann gjørdi. Vit kendu hann ikki eingongd. Vit royna framvegis at skilja, hvat hendi. Men tað er trupult, tí vit minnast ikki alt. Onkur sekund eru burtur úr minninum, greiða tey frá í felag.
Tey bera ikki beinleiðis agg inn á gerningsmannin. Men vónbrotið er stórt.
- Ja, vit eru ræðuliga kedd. Kedd um, at nakar persónur kann gera sovorðið. Og kedd um, at slíkt yvirhøvur kann henda í okkara lítla samfelag.
Tey hava ikki nógvar tankar um gerningsmannin, annað enn at tey ikki ynskja at møta honum aftur.
- Restina mugu myndugleikarnir taka sær av. Men vónandi kemur hann ikki í eina støðu, har hann ger meira skaða, siga tey bæði við ein munn.
Eftir ræðuliga tilburðin hava Hervør og Essa Petersen fingið nógvar heilsanir og hjálp, bæði frá fólki, ið tey kenna, men eisini frá fremmandafólki.
- Tað styrkir okkum. Og vit vilja fegin takka fólki fyri alla ta samkenslu og hjálp, ið vit hava fingið, siga Hervør og Essa.
Enn vita tey ikki, hvussu drúgt rættarliga eftirspælið verður. 18 ára gamli gerningsmaðurin situr framvegis varðhaldsfongslaður, meðan eitt rættarmál móti honum verður fyrireikað.