Nýggir stólar og liviligari arbeiðsumstøður í Norðurlandahúsinum

Umbyggingin av stóra salinum í Norðurlandahúsinum, lættir munandi um arbeiðið í húsinum, og ger upplivingina hjá áskoðarunum betri, men uttan stuðul frá A.P. Møller var umbyggingin ikki framd.

Leygardagin letur Norðurlandahúsið stóra salin uppaftur, aftan á umbygging fyri 1,75 millión. Fyrsta tiltakið verður ein konsert við Tórshavnar Mannskóri.
Tað er bakveggurin í stóra salinum, sum er broyttur. Higartil hevur talan verið um pallar, ið lógu oman á hvørjum øðrum, og so stóðu stólarekkjur á pallunum. Hetta hevði fleiri óhepnar fylgir. Fyrst og fremst fyri arbeiðið við at umskipa salin.
 
Umskipan tók tríggjar dagar
Sambært Niels Halm stjóra í Norðurlandahúsinum, tók arbeiðið við at umskipa húsið frá vanliga salinum til stóra salin, umleið tríggjar dagar, hetta gjørdi arbeiðið í húsinum óneyðuga tungt. Man aftraði seg sjálvandi við at skifta til stóra salin, uttan so hetta var heilt neyðugt.
Nú eru pallarnir burtur, tað eru stólarrekkjurnar eisini og í staðin er ein flytbar eind komin, hendan kann leggjast saman elektroniskt, og hetta tekur umleið fimm minuttir, sigur ein vælnøgdur stjóri. Hann greiðir frá, at henda eind er minnið enn hálvan annan metur breið, tá hon er løgd saman. Hetta ger sjálvandi eisini stóran mun, tá hon skal goymast burtur.
 
45 eyka sitipláss
Nýggja eindin hevur føst setur. Hetta merkir sambært Niels Halm, at fólk fara at sita betur. Eisini verður lættari at sleppa frá og til sínum plássi, uttan at stólaskramblan skal órógva allan salin. Umframt alt hetta eru eisini 45 eyka sitipláss í nýggju eindini, soleiðis sleppa enn fleiri fólk at njóta mentanarupplivingar í Norðurlandahúsinum.
 
A.P. Møller lat eina millión
Ætlanin um at gera hesa umbygging er sambært Niels Halm 5-6 ára gomul, men higartil hava møguleikar ikki verið fyri at fremja hana. Talan er jú, um sera nógvan pening. Hann greiður frá, at hann beinanvegin, tá hann byrjaði í starvinum í februar, setti sær fyri, at hetta skuldi gerast nú. Hann sigur, at hetta hevði ikki borið til uttan góðan stuðul. A.P. Møller fonden hevur givið eina millión til umvælingina, og uttan henda pening var arbeiðið ikki gjørt.
 
Íblástur er av stórum týdningi
Tá Eivør sang í operahúsinum mánakvøldið, vóru tvey umboð fyri Norðurlandahúsið á vitjan í húsinum, millum annað fyri at lurta eftir ljóðinum í stásiliga operahúsinum, sum A.P. Møller eisini hevur goldið fyri. Eg spurdi tí Niels Halm, um ætlanir vóru um at gera akkustiskar broytingar í húsinum?  Nei orsøkin, at eg sendi fólki hjá okkum í Operahúsið, var tann, at teir kundu fáa íblástur og uppliva, hvussu arbeiðið varð gjørt har. Tað er altíð týdningarmikið, at fólk fáa íblástur uttanifrá, hetta hjálpir teimum við at mennast. Teir vórðu m.a. vístir runt í spildurnýggja og hámodernaða operahúsinum, og upplivdu hvussu tingini verða gjørd har. Hetta kunnu teir taka við sær heim. Men nei, sum er eru ikki ætlanir um fleiri umvælingar beint nú. sigur Niels Halm.
 
Vil útflyta føroyska mentan
Níggju mánar eru farnir, síðan Niels Halm setti seg í stjóra stólin í Norðurlandahúsinum. Hann sigur, at hann trívist væl. Starvið er sera spennandi, og gerandisdagarnir eru áhugaverdir.
Hann sigur, at hann leggur dent á at arbeiða saman við føroyska mentanarumhvørvinum, og at taka tey ið virka har við uppá ráð. Hann sigur, at eitt arbeiðið, sum hann metur vera sera týdningarmikið, er at húsið skal virka fyri at betra um møguleikarnar hjá føroyskum listarfólki at sleppa at royna seg uttanlanda. Her er eitt tiltak, sum sýnisgluggakonsertin fyri umboðum fyri Spot festivalin eitt dømi um hetta arbeiðið.
 
Til Berlin á Popkomm
Í næsta mána fer Niels Halm sjálvur til Berlin, at tosa við umboð fyri risastóru Popkomm messuna, um at hava føroyska umboðan á messuni 2006. Almenna Danmark brúkar nógvan pening og orku uppá at luttaka á hesi messu. Hetta verður gjørt fyri at menna tónleik, sum útflutningsvinnu. Í ár spældu m.o. Nephew, Carpark North og Kashmir á messuni. Í 2004                   arbeiddi Niels Halm sjálvur, við at samskipa danska tiltakið á messuni, so hann kennur væl til týdningin henda messa hevur í tónleikaídnaðinum. Hetta hevur eisini givið honum nógv sambond, ið kunnu hjálpa við at fáa føroyskan tónleik fram.
 
Ikki bert tónleikur
Hetta eru dømi, sum hava við tónleik at gera, men Niels Halm sigur, at arbeiðið hjá Norðurlandahúsinum eisini fevnir um aðrar tónleikagreinir, sum t.d. myndlist og bókmentir. Hann sigur, at húsið skal hjálpa myndlistafólki við at sleppa uttanlanda at sýna fram, og virka fyri, at kunnleikin um føroyskar bókmentir verður mentur, og at føroyskar bøkur verða umsettar til onnur mál.
Hann heldur, at hetta arbeiðið við at geva føroyska umhvørvinum møguleika fyri at menna seg, og koma inn á aðrar marknaðir, er tað hann fyrst og fremst ynskir at leggja eftir sær í hesum starvi..