Vandi er fyri at Suðuroyggin liggur í læknaloysi um ikki so langa tíð.
Læknarnir hava áður víst á, at arbeiðsbyrðan er ov stór og at vandi er fyri, at læknar fara at rýma, kemur ikki vend.
Fyribils hava vánligu arbeiðsumstøðurnar ført við sær, at annar kommunulæknin í oynni, er farin í farloyvi.
Harafturat hevur ein annar kommunulækni, sum ætlaði sær at taka við starvi í Suðuroy, tikið seg aftur og hevur boðað frá, at hann fer ikki til arbeiðis sum lækni, fyrrenn umstøðurnar batna.
Og harafturat veit Sosialurin, at eisini yvirlæknar á Súkrahúsinum umhugsað sína støðu.
Høvdu vónir
Læknarnir í Suðuroy høvdu annars bjartar vónir um at støðan fór at batna, eftir at teir síðsta summar høvdu fund við allar politikararnar úr Suðuroy um viðurskiftini.
Tann eini yvirlæknin á Sjúkrahúsinum, Hans Petur Nielsen, sigur, at tá ið fundurin endaði, var tað við teirri fatan, at politikararnir vóru sera positivur og søgdu seg vilja virka fyri at finna neyðugu játtanina til at loysa trupulleikan.
Men nú fíggjarlógin verður samtykt, er peningurin ikki játtaður.
- Hetta var stórt spell, tí allir læknarnir í Suðuroy hava skrúvað eina framrættaða loysn saman í felag.
Hendan loysnin bar í sær, at yngri læknar og ein narkosulækni verða settir við Suðuroyar Sjúkrahús.
- Í hesi loysnini hava vit samskipa sjúkrashúsið og kommunulæknaskipanina, so at yngru læknarnir høvdu havt nóg mikið av arbeiða
Læknar umhugsa sítt starv
At ongin játtan fekst, hvur nú fyribils fingið tað avleiðing, at annar kommunulæknin í Vági at fara í farloyvi.
Fyribils er hann farin í farloyvi í eitt ár, men við Suðuroyarportalin um vikuskiftið gjørdi hon greitt, at verður ongin broyting til tað betra, kemur hon ikki aftur.
Men hvussu so við tær sjálvum, spurdu vit Hans Petur Nielsen, ið er serlækni í hjartasjúkum?
- Tað sigur seg sjálvt, at eg má eisini umhugsa mína støðu.
Hann hevur ikki sett nakra sum helst freist á, hvussu leingi, hann vil bíða.
- Tað er ikki nakað, eg gangi og flaggi við, men støðan er tann, at tá ið ónøgdin verður passaliga stór, fari eg. Vit mugu vita, hvussu framtíðin sær út, leggur hann afturat.
Hann veit eisini, at aðrir læknar í Suðuroy eru í somu støðu og eisini ganga og umhugsa støðuna.
Hann sigur trotið á yngri læknum í Suðuroy førir tað við sær, at serlæknarnir noyðast at fáast við mangt og hvat, sum liggur uttanfyri teirra serøki og sum yngru læknarnir av røttum skuldu fingist við.
Hendir tað ringasta fer sjúkrahúsið at liggja í læknaloysi.
Samstundis er tann eini kommunulæknin í oynni farin væl upp um tey sjeyti og hevur av tí sama ikki so langa tíð eftir í starvi.
Sostatt kann tað vera so skjótt, at alt heilsuverkið fer fullkomiliga í skeljasor.
Heilsuskipanin dettur sundur
Dettur sjúkrahúsið sundur, dettur kommunulæknaskipanin eisini sundur, tí eitt stendur púra greitt, at tað fæst í hvussu so er ongin kommunulækni at arbeiða í Suðuroy, hevur hann ikki eitt sjúkrahús at leggja sjúklingar inn á, sigur Hans Petur Nielsen.
- Tað eru upp til seks innleggingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi um samdøgurið.
Hans Petur Nielsen sigur, at Suðuroyar Sjúkrahús er í eini heilt serligari støðu, tí tað er ikki landfast við meginlandi
- Vit skilja ikki, hví myndugleikarnir lata Suðuroyar Sjúkrahúsi liggja í andaleypi, samstundis sum 85% av føroyingum hava tvey sjúkrahús til taks við nógvum dupultum funktiónum innanfyri ein tíma koyritíð í bili.
- Vit merkja, at politiski myndugleikin ikki rættiliga fatar, at Suðoyggin er í eini serstøðu, tí dettur Suðuroyar Sjúkrahús sundur, hvør skal føra upp til seks sjúklingar um dagin úr Suðuroy á Landssjúkrahúsið í ringum veðri. Her er mangan talan um sjúklingar, sum verða innlagdir akutt og sum ikki tola at liggja heima í tímar.
- Tí mugu vit koma burtur frá at koyra bæði tey smáu sjúkrahúsini í sama pott, tí fortreytirnar eru so fullkomiliga ymiskar.
- Endamálið við Suðuroyar Sjúkrahúsið er at nøkta ein akuttan tørv og so leggja ymsar tænastur afturat, men tilverugrundarlagið hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi er at taka serligar viðgerðar heim og avgreiða tær á sera høgum støði.
Stórur yvirbygnaður
Hans Petur Nielsen finst eisini at tí stóra yvirbygnaði av umsiting, sum er í føroyska heilsuverkinum.
- Alt føroyska heilsuverkið er minni enn ein einstakur depil á einum stórum sjúkrahúsi í einum øðrum norðurlandi.
- Men tað eg kenni til av sjúkrahúsinum í Lund ella av Ríkissjúkrahúsinum, er, at øll í umsitingini vita í smálutir um alt, sum fyriferst á sjúkrahúsinum.
- Í føroyska heilsuverkinum hava vit lag oman á lag av leiðslufólki, men ongin veit nakað. Tað setir síni týðilig spor í heilsuverkinum, at tað er ómetaliga langt ímillum ovastu leiðsluna til kjarnufunktiónunum, sigur Hans Petur Nielsen.
Les eisini greinina:Mangla fýra læknar í Suðuroy og greinina: Suðuroyar sjúkrahús hongur í klønum tráði