heyst vísa, at væl av tannkrabba er at fáa undir Føroyum. Í byrjanini varð krabbin virkaður í Álakeri í Havn, og seinni vórðu royndir eisini gjørdar at selja hann heilan og óvirkaðan. Hann sigur, at royndir [...] royndir at enda eisini vórðu gjørdar at útflyta livandi krabba við flogfari, heilt niður til Spaniu, men her var talan bert um smáar nøgdir. - Spaniólar vóru ovfarnir av, at tað ber til at flyta livandi krabba [...] Mourits sigur, at royndirnar hjá Bergunn vísa, at tað ber væl til at føra krabban livandi til lands, bæði við avmarkaðari nøgd av ísi omaná hvørjum kassa og í sjógvi. - Tó vísir tað seg, at krabbi, sum í
hava vit eitt at gera. - Vit skulu vinna okkara dyst og so mugu vit bara vóna, at Mjølnir vinnur á Fleyr, og eg veit, at Mjølnir fer at geva alt tað teir eiga. Men tað sigur seg sjálvt, at tað er spennandi [...] stilt og róliga, er synd at siga, at havnarmenninir gera tað sama. Teimum stendur í boði at gerast meistarar um Fleyr snávar móti Mjølnir, og henda møguleika ætla teir ikki at lata fara aftur við borðinum [...] landskappingini er tað helst at krevja ov nógv, at teir skulu vinna á Fram í dag, tí kappingarárið hjá fuglfirðingum er liðugt og farið afturum. Liðskiparin hjá Fram heldur eisini, at tað fyri so vítt kann gera
Sosialurin hevur fingið, sigur hann, at hasi viðurskiftini liggja beinleiðis undir sjúkrahúsleiðslunum, og at Almanna- og Heilsumálastýrið sum so einki hevur við tey at gera. At hann ikki kennir til tølini, kemst [...] samstundis, at tað ber heldur ikki til bara at seta einhvønn sum avloysara á eini deild. Framvegis er Vilhelm Johannesen ikki nøgdur við, at deildirnar eru stongdar í vikuvís. -Tá kreppan varð søgd at vera orsøkin [...] er tvætl, sigur Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, sum vísir á, at undan kreppuni í nítiárunum, bar altíð til at fáa avloysarar, soleiðis at deildirnar vóru verðandi opnar í feriutíðini. Tá kreppan kom vórðu
er ætlanin at slakta laks, at skera hann til flak, at pakka hann í smápakkar og at frysta hann. Hann sigur, at ætlanin at byrja á nýggja virkinum síðst í hesum mánaðinum, tá ið farið verður at slátra laks [...] støðugt framá. Og nú er viðhvørt so nógv arbeiðið, at tað hevur verið ført fram, at tað stendur á at fáa arbeiðsfólk í Vági, tá ið tað fellur so, at nógvir bátar eru inni í senn og frystigoymslan eisini [...] hava nógvan fisk at taka og ætlanin er at virka hann so nógv, vit kunnu. Hetta er tí eitt virksemi, sum krevur nógv arbeiði og orkan verður til at virka nógvan laks. Heri Hjelm sigur, at nýggja laksavirki
vinnubygnað Vert er at hava í huga, at tá í tað í vesturheiminum verður tosað um at skapa arbeiðspláss og menning, so verður oftani mett, at tað er frá smáum og miðalstórum virkjum at vøksturin skal koma [...] veruligt ynski er, at hetta eisini skal henda í útjaðaranum, er neyðugt at fáa sett í verk ítøkiliga økismenningarráðgeving. Tíðin er farðin frá at fólk við ígongdsetaraevnum hava áhuga í at fara til høvuðsstaðin [...] uttanlands. Eftir míni meting er tað upplagt, at kommunur og tað almenna er við til at stuðla tílíkar økismenningarstovur, men harvið er ikki sagt, at tað er lætt at fåa ment verandi vinnufyritøkur og hjálpt
Landsins fara enn einaferð at gera eina roynd at fríðka Smyril soleiðis, at øll tey mongu ferðafólkini, sum uppføra seg sum vanlig fólk plaga at gera, skulu hava eitt hampiligt stað at sita í. Tí júst hesi setrini [...] Ternuna og Rituna , sigur hann. Ellið tekur at boyggja Smyril er við at røkka tí aldri, at tað kann sigast um hann, at »Grána tekur høvur títt, ellið tekur at boyggja«. Tvær ferðir seinast tvær vikurnar [...] uttan at taka eina hond í fyri at oyðileggja tað. Grundirnar kunnu vera ymiskar, og ein kann vera, at tað bara stutt og greitt er ov freistandi, tá ein situr soleiðis og gløðir inn í eitt stólabak, at knívurin
Samuelsen sigur, at hesum klára bløðini ikki at liva við, ikki minst tá ið hugsað verður um, at kappingin um lýsingamarknaðin er blivin gróthørð. Tvs, at tað ber ikki til at seta prísirnar upp fyri at vinna hækkingina [...] verður, at bløðini hava ein týdningarmiklan leiklut í fólkaræðinum, við eitt nú at birta uppundir alment kjak og at halda lív í almennum kjaki. Ikki minst brúka politikararnir bløðini dúglig til at fáa síni [...] eru so ógvusligar príshækkingar á veg, at tað fer at fáa heilt álvarsligar avleiðngar fyri bløðini. ? Bløðini eru hart rakt hesi seinastu árini. Prísurin fyri at bera Dimmalætting út er hækkaður úr 90
eru tit vælkomin at lata okkum frætta, sigur Anna Karin. Hon væntar ikki, tað verður so lætt at fáa fólk at geva seg til kennar, tí lesi-og skriviveik eru vanliga lítillátin og duga væl at krógva hesar t [...] sleppa undan at tosa um teir. Tí vilja vit nú royna hetta skeiðið, og vit vóna, at tað fær neyðugu undirtøkuna. Eingin skal halda seg aftur við at koma, sigur Anna Karin Kjeld. Hon vísir á, at fólk kunnu [...] limir, sum øll eru avvarðandi at børnum og ungdómum við hesum trupulleikum. Felagið hevur 40-45 limir um meginpartin av landinum. Hon sigur, at felagið hevur arbeitt við at fáa í lag skeið fyri lesi-og
mælti býráðnum at taka einmælt undir við fíggjarætlanini fyri 2003. Hilmar Danielsen eftirlýsti ein skattalætta. Hann helt, at borgarin í Klaksvík hevði uppiborið at sloppið at feira at kommunuskuldin [...] fyri at reypa, men hetta yvirskotið er also dupult so stórt sum tað hjá landinum, so tað má metast at vera avbera gott. Eisini tosaði hon um, at sitandi býráð metir tað vera av alstórum týdningi at rinda [...] fegnaðust tey um, at tað nú aftur sær so gott út hjá Klaksvíkar Kommunu, og vóru á einum máli um, at tað var ábyrgdarfult og positivt at raðfesta afturrindan av skuld høgt. Men eisini var greitt, at tað eru mong
álvarsligar trupulleikar at tíðin eigur at vera komin til at steðga á og at hugsa seg um. ? Herfyri var tað spurningurin um fosturtøku, har miðflokkurin skapti ein trupulleika við at kunngera sjónarmið, sum [...] Hann heldur, at soleiðis, sum miðflokkurin hevur borið seg at í spurninginum um fosturtøku og í málinum um siðseminevndina, er tað við at gerast ein trupulleiki hjá samgonguni. Hann heldur, at miðflokkurin [...] er ein grundgeving fyri at velja eitt umboð í siðseminevndina, at hann hevur havt nakrarsendingsr í útvarpsrásini Lindini. Eg haldi ikki, at tað skulu betri kvalifikatiónir til at manna siðseminevndina enn