Politiskt træta um Postverkið beinir fyri føroysku bløðunum

? Samstundis sum landskassin alsamt ger tað dýrari hjá bløðnum, fáa almennu fjølmiðlarnir stuðul so at teir kunnu selja lýsingar fyri dumpingsprísir og sostatt avlaga kappingina, sigur fyritaksstjórin á Dimmalætting

 

Blaðdeyði


?Vit hava samráðst alla mína tíð. Viljin hevur verið góður, men enn er onki komið burturúr. Nú má tað so bera ella bresta.

Hjalgrim Samuelsen, fyritakssstjóri á Dimmalætting, er ógvuliga ivingarsamur um framtíðina hjá føroysku bløðunum.

Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum í dag, eru so ógvusligar príshækkingar á veg, at tað fer at fáa heilt álvarsligar avleiðngar fyri bløðini.

? Bløðini eru hart rakt hesi seinastu árini. Prísurin fyri at bera Dimmalætting út er hækkaður úr 90 oyrum fyri trimum, fýra árum síðani, upp í 2,25 krónur nú, og 1. januar fer hann upp í 3,25 krónur.

Sostatt eru postgjøldini hjá bløðunum hækkað yvir 300% hesi síðstu trý, fýra árini

? So stórum hækkingum klára vit ikki at liva við, samstundis sum aðrar útreiðslurnar eru nógv hækkaðar, eitt nú lønir.


Klandur beinir fyri bløðunum

Hann dylir ikki, at hann er sera misnøgdur um, at Landsstýrið ikki finnur útav, hvussu Postverkið skal skipast.

? Flokkarnir í samgonguni hava trætast um Postverkið í fleiri ár og teir blíva við. Samstundis blívur Postverkið órationellari og órationellari. Men rokningina fyri tann órationella raksturin, hon verður send brúkarunum, m.a . bløðunum.

? Tað er nógv, sum bendir á, at Postverkið skal kollsigla av politiskum klandri, men at brúkarin skal fáa rokningina , tí tann grundleggjandi trupulleikin hjá Postverkinum verður ikki loystur við at seta gjøldini upp.

Hjalgrim Samuelsen sigur, at bløðini hava hildið fundir við við Landsstýrið í eini trý ár um støðuna hjá bløðnum.

? Viljin er góður, men onki kemur burturúr og nú standa vit við minst øðrum beininum í grøvini.


Ójøvn kapping

Hjalgrim Samuelsen sigur, at hesum klára bløðini ikki at liva við, ikki minst tá ið hugsað verður um, at kappingin um lýsingamarknaðin er blivin gróthørð.

Tvs, at tað ber ikki til at seta prísirnar upp fyri at vinna hækkingina í postgjaldinum innaftur.

Men tað ringasta er, at ímeðan Landsstýrið beinir fyri bløðunum við príshækkingum hjá Postverkinum, stuðlar tað samstundis teimum almennu fjølmiðlunum. Útvarpið og sjónvarpið fáa tilsamans 4,5 milliónir úr landskassanum um árið til sendinetið, umframt eina millión um árið til íløgur.

?Hetta er stuðul til at fáa útvarp og sjónvarp út til haldararnar, men bløðini fáa ikki sama stuðul fyri at røkka sínum haldarum.

?Samstundis er stuðulin við til at avlaga kappingina, tí m.a. ger hann almennu fjølmiðlarnar førar fyri at selja lýsingar bíligari, enn teir annars høvdu kunnað, um teir ongan stuðul fingu og sostatt skuldu kappast á jøvnum føti við bløðini.

Hjalgrim Samuelsen sigur, at avleiðingin av hesum verður, at bara almennu fjølmiðlarnir verða eftir um stutta tíð.

? Fjølmiðlarnir verða ofta nevnd tann fjórða statsmaktin, tað er maktin, sum m.a. annað skal hava eftirlitið við politisku umsitingini.

? Fara postgjøldini so nógv upp nú, sum ætlanin nú er, verður tað tann vissi deyðin hjá bløðnum og so eru bara almennu fjølmiðlarnir eftir.

? Tað vil so aftur siga, at tá verður tann fjórða statsmaktin almenn ogn. Tvs, at tað verður triðja statsmaktin - politikararnir- sum koma at eiga ta fjórðu statsmaktina- fjølmiðlarnar. Er tað heppið fyri fólkaræðið?, spyr Hjalgrim Samuelsen, fyritaksstjóri á Dimmalætting.


Onnur stuðla

Hann sigur í øðrum londum, bæði Danmark, Noregi og í Íslandi, stuðlar landskassin blaðútbering, tí mett verður, at bløðini hava ein týdningarmiklan leiklut í fólkaræðinum, við eitt nú at birta uppundir alment kjak og at halda lív í almennum kjaki.

Ikki minst brúka politikararnir bløðini dúglig til at fáa síni sjónarmið út í hvønn krók í landinum.

Í Danmark fáa bløðini 430 milliónir í stuðuli um árið. Tað ber í sær, at tað kostar um 90 oyru at bera eit blað út í Danmark. Í Føroyum fer tað nú at kosta 3,25%

? Fer postgjaldið upp, fáa bløðini ikki longur átikið sær tann týdningarmikla leikutin fyri fólkaræðið, sigur Hjalgrim Samuelsen.

Hann sigur, at verður stuðulin, sum verður latin í Danmark, umroknaður til føroysk viðurskifti eftir fólkatalinum, áttu føroysku bløðini at fingið 4,3 milliónir í stuðuli.