Herverk
Flúgvarasetrini umborð á Smyrli síggja ræðulig út. Tey eru sorað sundur av ótangum, sum ikki klára at halda fingrarnar hjá sær sjálvum.
Uppskorin setur. Rygglen, sum eru skrædd av. Og onkunstaðni manglar alt setrið, sum tað er. Soleiðis er støðan afturi í gongini, har fúgvarasetrini á Smyrli eru. Ein syndarlig sjón, sum er íkomin av reinum og skærum herverki, sigur ein av manningin á Smyrli, sum er ógvuliga harmur um støðuna.
Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at hetta er í grundini ikki nakað, sum nýliga er íkomið. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum Strandferðslan við tíðini hevur brúkt nógvar pengar uppá. Og tað er harmiligt, at teir skulu fara soleiðis fyri einki av berum ólíkindum.
Royna aftur
Men Strandfaraskip Landsins fara enn einaferð at gera eina roynd at fríðka Smyril soleiðis, at øll tey mongu ferðafólkini, sum uppføra seg sum vanlig fólk plaga at gera, skulu hava eitt hampiligt stað at sita í. Tí júst hesi setrini verða rættiliga nógv brúkt, sigur Magnus Magnussen.
Tey liggja soleiðis fyri, at har er frísk luft og lætt at koma til og frá, um ein til dømis hevur sjóverk. Stutt er aftur á afturdekkið, har slíkt kann avgreiðast.
Men so eru tað tey, sum ikki duga at síggja nakað hampiligt uttan at taka eina hond í fyri at oyðileggja tað. Grundirnar kunnu vera ymiskar, og ein kann vera, at tað bara stutt og greitt er ov freistandi, tá ein situr soleiðis og gløðir inn í eitt stólabak, at knívurin verður settur í, sigur tekniski stjórin á Strandferðsluni.
Tey fara nú at royna at bøta um hetta við at venda øðrumhvørjum raði, soleiðis at tey venda í móti hvørum øðrum og altíð standa við bakinum til tað næsta raðið. Soeliðis sum fremra salongin er innrættað, og ein sær í bussum og tokum.
Magnus Magnussen sigur, at hesin sami trupuleikin eisini var uppi á sóldekkinum, har beinkirnir heldur ikki fingu frið. Men eftir at teir vórðu vendir fyri nakað síðan, hevur borið betri til. Hetta verður nú gjørt við flúgvarasetrini eisini.
Annars sigur hann, at Strandferðslan arbeiðir við at fríðka um flotan sum so.
?Tað skal verða ein sjónlig renovering, sum tekniski stjórin tekur til. Slíkt, sum ferðafólkini síggja, skal skiftast út. Eitt nú setur og dúrkálegging. Málast skal og so framvegis. Talan verður í fyrsta umfari um Smyril, Dúgvuna, Ternuna og Rituna , sigur hann.
Ellið tekur at boyggja
Smyril er við at røkka tí aldri, at tað kann sigast um hann, at »Grána tekur høvur títt, ellið tekur at boyggja«.
Tvær ferðir seinast tvær vikurnar hevur hann verið í dokk, tí manningin er vorðin varug við, at hol hevur verið á skrokkinum.
Magnus Magnussen sigur, at talan var í báðum førunum um tvey evarska smá hol, sum stavaðu frá eini sera konsentreraðari tering í skrokkinum. Holini vóru á einum lítlum øki á síðuni.
Tá fyrra holið varð gjørt aftur, var tað so óheppið, sigur hann, at pútan, sum helt skipinum inni í dokkini, stóð júst á tí staðnum, har hitt seinna holið varð funnið fjúrtan dagar seinni. Men nú eru so bæði holini tett aftur, sigur Magnus Magnussen.
Ein lítil stálpláta er sveisað uttan á skrokkin, har holini vóru, soleiðis at nú er tætt.
Hetta er ikki nøkur endalig loysn, men verður verandi, til skipið skal aftur til regluligt eftirlit komandi ár. Tá verður tærda pettið skorið burtur, og nýtt set íaftur.
Magnus Magnussen sigur, at ongum nýtist at óttast fyri, at hendan lappingin er nøkur »lappaloysn«, tí hon er góðkend av klassanum, sum var á Skála, tá bøtt vað, so trygdin er í lagi, leggur hann dent á.










