Bill og Jenis mugu steðgast

? Vil miðflokkurin ikki sleppa sínum víðgongda politikki á átrúnaðarliga a økinum, eigur hann at verða varpaður úr samgonguni, heldur Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður

Samgongustev

? Miðflokkurin eigur nú at fáa eina harðaliga átalu.
Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri tjóðveldisflokkin, heldur ikki, at samgonguni er lív lagað, broytir miðflokkurin ikki kós.
Torbjørn Jacobasen sigur, at samgongan hevur ikki meiri enn lagt árarnar út, nú miðflokkurin í tveimum førum hevur skapt so álvarsligar trupulleikar at tíðin eigur at vera komin til at steðga á og at hugsa seg um.
? Herfyri var tað spurningurin um fosturtøku, har miðflokkurin skapti ein trupulleika við at kunngera sjónarmið, sum liggja so fjart frá tí, sum tjóðveldisflokkurin stendur fyri, sum hugsast kann. Og nú hevur hann enn einaferð lagt afturat bálinum við eini rættiliga sermerktari samanseting av siðseminevndini.
Tað hevur vakt ans, nú landsstýrismaður miðfloksins, Bill Justinussen hevur valt nýggjar limir í vísindaligu siðseminevndina.
Ikki tað, at nevndin er vald, men tað eru fólkini, hann hevur valt í nevndina, sum hevur ørkymlað mong, tí landsstýrismaðurin hevur valt fólk í nevndina, sum eru kend úr ymsum átrúnaðarligum minnuluta bólkum her á landi.
Í Løgtinginum mikudagin reisti Annita á Fríðriksmørk, tingkona fyri tjóðveldisflokkin málið í tinginum, har hon hvassliga fanst at, at Bill Justinussen hevur valt siðseminevndina soleiðis, at meirilutin av nevndini nú umboðar ein lítlan minniluta í føroyskum trúarlívi.
Og partamaður hennara í tinginum, Torbjørn Jacobsen, er púra samdur.
Hann heldur, at soleiðis, sum miðflokkurin hevur borið seg at í spurninginum um fosturtøku og í málinum um siðseminevndina, er tað við at gerast ein trupulleiki hjá samgonguni.
Hann heldur, at miðflokkurin eigur at fáa eina harðliga átalu fyri sítt politiska virksemi higartil.
? Og tekur hann ikki betri partar fyri seg, eigur hann at verða varpaður úr samgonguni.
Tórbjørn Jacobsen leggur dent á, at hann tosar bara fyri seg sjálvan.
?Men tað er greitt, at verður hetta stílurin hjá miðflokkinum framyvur, verður tað ómetaliga tungt hjá mær at samstarva við flokkin.

Misskilt støðuna
Tórbjørn Jacobsen heldur, at Bill Justinussen fullkomiliga hevur misskilt støðuna, tá ið hann velur limir í eina nevnd alt eftir, hvussu samdir teir eru við sjónarmiðini hjá honum sjálvum.
?Nevndir og ráð verða ikki vald fyri at ganga landsstýrismanninum á møti í hansara sjónarmiðjum. Tey vera vald fyri eitt embæti og eina politiska skipan og ikki eftir, hvat tænir tí einstaka landsstýrismanninum best.
Hann sigur, at vit hava ikki tað amerikonsku skipanina í Føroyum, har hvør nýggir forseti skiftir alla umsitingina út, tí har er umsitingin politiskt.
? Í Føroyum er umsitingin faklig og tískil skulu nevndir og ráð veljast eftir fakligum fortreytum og ikki persónligum.
Løgtingsmaðurin sigur, at hann hevur sjálvur reist málið í einum skrivligum fyrispurningi, har hann spyr løgmann, um tað eru saklig og objektivar fortreytir, sum eru galdandi, tá ið nevndir og ráð verða sett og tá ið fólk fáa alment starv.
?Alt annað er púra vitleyst, leggur hann afturat.
? Í hesum føri hevur hann er ein grundgeving fyri at velja eitt umboð í siðseminevndina, at hann hevur havt nakrarsendingsr í útvarpsrásini Lindini. Eg haldi ikki, at tað skulu betri kvalifikatiónir til at manna siðseminevndina enn tað.
Torbjørn Jacobsen vísir á, at siðseminevndin er ein ógvuliga týdningarmikil nevnd, tí hon skal taka støðu til granskingarverkætlanir og hevur tí avgerðandi ávirkan á framtíð Føroya.
? Men hesuferð er tað týðiligt, at hann einans hevur valt limirnar í siðseminevndina úr sínum egna umhvørvi og tí er framferðin hjá Bill Justinussen brandskeiv.
? Hvør í hesum landi skal fáa sær eína útbúgving til nakað sum helst, tá ið tað telur meiri at vera limur í ávísum flokkum ella ávísum trúarbólkum, spyr Tórbjørn Jacobsen at enda.


MYND AV TORBJØRN JACOBSEN

Bill Justinussen og miðflokkurin eiga at fáa eina harðliga átalu og heldur hetta fram, eiga teir at verða varpaðir úr samgonguni, heldur Tórbjørn Jacobsen.