Kvøldskúli
Ungdómar og vaksin, sum hava lesi-og skrivitrupulleikar, fáa nú møguleika at fara á skeið hjá Tórshavnar Kvøld-og Ungdómsskúla í vetur.
Anna Karin Kjeld í Funningsfirði er ein av stigtakarunum til og formaður í áhugafelagnum hjá lesi-og skriviveikum.
Felagið hevur eina nevnd, sum telir sjey limir, sum øll eru avvarðandi at børnum og ungdómum við hesum trupulleikum. Felagið hevur 40-45 limir um meginpartin av landinum.
Hon sigur, at felagið hevur arbeitt við at fáa í lag skeið fyri lesi-og skriviveik í langa tíð, og nú verður hetta so veruleiki í vetur.
Í fyrstu syfti er ætlanin at hava eitt kvøld um vikuna, men verður undirtøkan stór, er ikki óhugsandi, at talan verður um tvey kvøld.
Øll vælkomin
Í lýsing vísir áhugafelagið á, at ungdómar og vaksin, sum eru 14 ár og eldri, kunnu tekna seg til skeiðið á tlf. 441541 ella 317755.
- Um tit kenna onkran, sum tit meta hevur tørv á einum slíkum skeiði, eru tit vælkomin at lata okkum frætta, sigur Anna Karin.
Hon væntar ikki, tað verður so lætt at fáa fólk at geva seg til kennar, tí lesi-og skriviveik eru vanliga lítillátin og duga væl at krógva hesar trupulleikar.
- Men eingin eigur at halda seg aftur, tí hetta kann vera avgerandi skumpið til at koma eitt stig víðari, antin til aðrar skúlar ella bara til at klára seg betur í gerandisdegnum.
Áhugafelagið fyri lesi-og skriviveik hevur í tí stilla arbeitt við trupulleikanum í eini 2-3 ár, og tá ið aðalfundur verður aftur í november, er ætlanin at skipa felagið meira "legalt", sum tikið verður til.
- Vit hava havt fundir við ymiskar myndugleikar og fundir runt ymsastaðni, og nú er tað so hent, at skjøtil er settur á.
Anna Karin sigur, at felagið er sera takksamt fyri stuðulin, tey hava fingið á skúlanum á Trøðni, og tað verður ein lærari frá sernámsdeplinum, sum kemur at taka sær av undirvísingini á kvøldskúlanum.
- Undirvísingin byrjar, so skjótt vit hava nóg mikið at næmingum til skeiðið. Sum er, hava vit fýra næmingar, men pláss er fyri fleiri. Tí er ikki at halda seg aftur, sigur hon.
Tá ið eitt hóskandi tal av næmingum hava teknað seg, verður lærari settur. Hann fer síðan at kalla næmingarnar saman, og tá ið tað er gjørt, byrjar undirvísingin.
Orðblind
Anna Karin vísir á, at tey flestu, sum hava ilt við at lesa og skriva, eru tað, tey rópa, orðblind.
- Hetta vísir seg allar oftast at ganga útyvir dreingirnar. Vit eru sjey foreldur í nevndini í áhugafelagnum, og øll eiga vit dreingir, sum hava hesar trupulleikar. Eg veit bara um eina gentu í felagnum, sum er orðblind, sigur hon.
Anna Karin sigur, at lesi-og skrivitrupulleikarnir millum ung og vaksin eru nógv størri, enn fólk vanliga geva sær far um.
- Hetta hevur vanliga einki við skil at gera. Flestu, sum hava hesar trupulleikar, eru ógvuliga skilagóð. Tey duga hinvegin væl at krógva trupulleikarnar og snúgva sær undan. Men hesi kunnu læra bæði at lesa og skriva. Tað gongur bara eitt sindur seinni og krevur meira tíð og arbeiði, um tú ert orðblindur.
Hon sigur, at ungdómar og vaksin, sum ikki hava lært at lesa og skriva, sum oftast eru orðblind ? tað, at eyguni og heilin ikki samarbeiða, men tað eru eisini tey, sum síggja illa, ið kunnu vera afturútsigld á hesum øki.
- Eingin hevur tikið sær nakað serligt av hesum trupulleikanum og tey, sum hava hesar trupulleikar, vilja helst sleppa undan at tosa um teir. Tí vilja vit nú royna hetta skeiðið, og vit vóna, at tað fær neyðugu undirtøkuna. Eingin skal halda seg aftur við at koma, sigur Anna Karin Kjeld.
Hon vísir á, at fólk kunnu altíð ringja til hennara (441541) og spyrja seg fyri.