Klaksvík:
Tað var eitt einmælt býráð í Klaksvík, sum týskvøldið samtykti fíggjarætlanina fyri 2003, sum vísir eitt yvirskot upp á 4,7 milliónir.
Fundurin byrjaði klokkan seks, og allir limir vóru møttir. Ein av limunum søkti um farloyvi og tók Hergerð Joensen, næstvaldi limur sæti fyri viðkomandi.
Steinbjørn Jacobsen setti fundin og tað gekk sera skjótt at fáa tey fyrstu málini í gjøgnum og samtykt. Tvey mál vórðu tikin av skránni, tí at borgarstjórin segði seg hava fingið upplýsningar um hesi mál, sum vendu málinum, og tí tók hann tey av aftur skránni.
So kom fíggjarætlanin fyri 2003 fyri.
Eyðgunn Samuelsen var fyrsti røðari og hon segði, at eitt sum eyðkendi hesa fíggjaætlanina var, at hon er verulig. Her vísti hon á, at tað verður roknað við inntøkum upp á 110 milliónir komandi ár, og tað verður roknað við einum yvirskoti upp á 4,7 milliónir.
Hetta fegnaðist formaðurin í sosialu nevnd sjálvsagt um, og hon segði eisini speiskliga:
- Ikki fyri at reypa, men hetta yvirskotið er also dupult so stórt sum tað hjá landinum, so tað má metast at vera avbera gott.
Eisini tosaði hon um, at sitandi býráð metir tað vera av alstórum týdningi at rinda skuldina hjá kommununi, sum komandi ár væntandi kemur niður um eina álíkning, niður sum skjótast, so teir pengarnir kunnu nýtast til onnur átroðkandi mál.
Klaksvíkar Kommuna rindar komandi ár 2 milliónir meira niður av skuldini, enn teimum er álagt, og tað heldur Eyðgunn avspeglar hugburðin hjá samgonguni til at fáa skuldina burtur so skjótt sum til ber.
Søgulig fíggjarætlan
Karl Heri Joensen kom millum annað inn á, at henda fíggjarætlanin er søgulig, tí tað er fyrstu ferð at roknað verður við inntøkum omanfyri tær 100 milliónirnar. Hann segði, at tað var ein øking farin fram í rakstrinum upp á 5,7 milliónir, men vísti so samstundis á, at av hesi øking eiga IRF og barnaansingin 70 %.
- Hetta slær fast, at tað er ikki raksturin, sum hevur galoperað avstað uttan eftirlit, segði Karl Heri Joensen.
Hann mælti býráðnum at taka einmælt undir við fíggjarætlanini fyri 2003.
Hilmar Danielsen eftirlýsti ein skattalætta. Hann helt, at borgarin í Klaksvík hevði uppiborið at sloppið at feira at kommunuskuldin nú væntandi fer at koma niður um eina álíkning við einum skattalætta.
Rani Nolsøe tosaði millum annað um havnaøkið í Klaksvík. Formaðurin í Havnanevndini segði, at keiøkið er í sera ringum standi, tí tað er niðurslitið.
Allir limir tóku undir við fíggjarætlanini, og eitt minnilutauppskot frá Jógvani við Keldu bleiv ikki samtykt. Í hesum uppskotinum var millum annað at 2 milliónir skuldu flytast frá avdráttum av lánum til tónlista og mentanardepil í miðbýnum. Eisini skeyt hann upp, at 200.000 krónur skuldu flytast frá Ósáin Rein til fyrireiking at eini mentanarpark. Men hetta uppskotið fall sum sagt.
Allir limir fegnaðust tey um, at tað nú aftur sær so gott út hjá Klaksvíkar Kommunu, og vóru á einum máli um, at tað var ábyrgdarfult og positivt at raðfesta afturrindan av skuld høgt. Men eisini var greitt, at tað eru mong mál, sum liggja á láni. Til dømis báðir fólkaskúlarnir og havnaøkið, sum treingja til umfatandi umvælingar ella útbyggingar, um tey skulu vera nútíðarhóskandi.
Fundurin endaði við at Steinbjørn Jacobsen takkaði fyri eina serliga siðiliga viðgerð av fíggjarætlanini. Hann heitti á norðoya tingmenninar um at hava eyguni eftir at nakað hendir viðvíkjandi stuðuli frá landinum til ætlaða vegin undir Kjøli, sum er stungin út í kortið. Hetta við atlitið til væntaða undirsjóvartunnilin.
Eisini kom hann inn á, at sum er, fær Klaksvíkar Havn ongan stuðul frá landinum.
- Tað er púra nátúrligt, at um aðrar kommunur fáa stuðul til havnaútbyggingar, so eigur Klaksvíkar Kommuna, sum størsta fiskivinnuhavnin í landinum eisini at fáa stuðul til tílíkar útbyggingar, segði Steinbjørn Jacobsen. Og so var fundur lokin.