Sjúkrahúsverkið
Ein deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og fimm deildir á Landssjúkrahúsinum eru afturlatnar í tilsamans 49 vikur í ár. Maningartrot hevur skuldina, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum.
Men tað er tvætl, sigur Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, sum vísir á, at undan kreppuni í nítiárunum, bar altíð til at fáa avloysarar, soleiðis at deildirnar vóru verðandi opnar í feriutíðini.
Tá kreppan kom vórðu ymsar deildin á sjúkrahúsunum stongdar ordsakað av peningatroti. Væntandi var, at hetta fór at koma í rættlag aftur, tá kreppan var av, sigur Vilhelm Johannesen. Men so varð ikki. Grundin er, at landstýrið brúkar pengarnar til fullveldisætlanina, staðfestir hann.
Visti ikki
Í valsending, sum var í Útvarpinum nú hetta kvøldið, segði Sámal Petur í Grund, at hann visti ikki, hvussu til stóð við hesum stongdu deildunum. Hann kendi eingi nágreinilig tøl, segði hann.
Vilhelm Johannesen sigur við Sosialin, at hann eftir hesa sendingina hevur kannað hesi tølini, og er komin til, at samanlagt er talan um 49 vikur í ár, har deildir eru stongdar.
Býtið er soleiðis, sigur Vilhelm Johannesen, at á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er medisinska deil, Deild M, stongd í 10 vikur í ár.
Á Skurðdeplinum á Landssjúkraahúsinum er deild A3 stongd í 13 vikur í ár. Á medisinska deplinum er deild B7 stongd í 15 vikur.
Á Psykiatriska Deplinum er Deild 1 stongd í tvær vikur, meðan Deild 3 og Deild 5 eru stongdar hálvafimtu viku hvør. Tilsamans eru deildir í føroyska sjúkrahúsverkinum stongdar í 49 vikur í ár 2001, vísir Vilhelm Johannesen á.
Hann sigur, at tað er bara orsakað av manglandi játtan, at soleiðis er, og metir tað vera rættiligan kleyvarskap í eini tíð, har landskassin hevur havt meira enn eina hálva milliard í yvirskoti árliga, meðan til bar at hava opið áðrenn kreppuna, tá undirskotið var tilsvarandi.
?Men samgongan hevur so valt at seta pengarnar av til fullveldið, og tað hevur millum annað sjúkrahúsverkið goldið fyri, sigur Vilhelm Johannesen.
Hann heldur ikki, at tað kann passa heilt, at landsstýrismaðurin ikki kennir til stongdu deildirnar.
Visti kortini
Og tað ger tað heldur ikki, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum. Sjálvandi veit hann av, at deildir eru stongdar. Tað hava tær verið í árasvís. Men tað, sum hann ikki sigur seg vita, er, hvussu nógvar deildir eru stongdar, og hvussu leingi.
Tá hann verður gjørdur kunnugur tølini, Sosialurin hevur fingið, sigur hann, at hasi viðurskiftini liggja beinleiðis undir sjúkrahúsleiðslunum, og at Almanna- og Heilsumálastýrið sum so einki hevur við tey at gera.
At hann ikki kennir til tølini, kemst av, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, at hann ongantíð hevur fingið nakra »útdjúpandi« frágreiðing, sum hann tekur til, frá sjúkrahúsleiðsluni.
Deildirnar eru vanliga stongdar um summarið umframt um jóltíðir og á páskum, Tá starvsfólkið hevur frí, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður.
Grundin til, at deildirnar steingja, er ikki manglandi játtan, men væntandi starvsfólk, sigur landsstýrismaðurin.
Tað verður so hildið aftur í móti, at tey bæði tingini ofta plaga at hanga saman. Men hann heldur ikki, at tað er tí, at eingir pengar eru til lønir.
Hann vísir á læknarnar sum dømi. Teir fáa sanniliga góða løn. Men tað er bara ikki til at fáa læknar í Norðanlondum í dag, sigur hann. Læknatrot er allastaðni.
Men nú eru røktarstarvsfólk ikki beinleiðis læknaútbúgvin, verður hildið aftur í móti.
Tað viðgongur landstýrismaðurin, men sigur samstundis, at tað ber heldur ikki til bara at seta einhvønn sum avloysara á eini deild.
Framvegis er Vilhelm Johannesen ikki nøgdur við, at deildirnar eru stongdar í vikuvís.
-Tá kreppan varð søgd at vera orsøkin til, at deildirnar stongdu á fyrsta sinni, átti at borið til at latið tær uppaftur, tá kreppan var av. Men tað er ikki áhugi fyri tí, tí pengarnir fara til fullveldið, sigur Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður.









