Flogbóltur - menn
Gongur alt eftir vild hjá Fram, standa teir sum Føroyameistarar seint seinnapartin í dag. Men so skal eisini ganga væl í hond. Mjølnir skal vinna á Fleyr í Gundadalshøllini meðan Fram skal vinna á ÍF í Eysturskúlanum.
Sjálvt um ÍF hevur gjørt nógv løgið í seinna parti av landskappingini er tað helst at krevja ov nógv, at teir skulu vinna á Fram í dag, tí kappingarárið hjá fuglfirðingum er liðugt og farið afturum.
Liðskiparin hjá Fram heldur eisini, at tað fyri so vítt kann gera tað sama, hvussu ÍF liðið er mannað, tí Fram hevur havt serstakliga gott tak á ÍF í ár. Fram er nevniliga einasta liðið, sum ongan dyst hevur tapt móti ÍF í landskappingini í ár.
- Vit hava havt serstakliga gott tak á teimum, bæði úti og heima. Tí eru vit betri fyri enn teir eru, sigur Rúni og leggur afturat, at teir hava spælt ÍF upp á rættan máta.
Liðskiparin hjá ÌF, Bartal Eliasen, staðfestir beinanvegin, at vinnur ÍF dystin í Havn leygardagin, so verður hann meira enn bilsin. Líkamikið um liðið vinnur ella tapur, vera teir verandi á fjórðaplássi, og tað hevur nevniliga fingið ta avleiðing, at venjarin, Boban Ilic, als ikki verður við á liðnum. Hann fer vestur í Vágar, har kvinnurnar skulu stríðast fyri at fáa bronsuna til høldar og tá Boban er venjari hjá báðum liðum, hevur hann valt at fara vestureftir.
Hendan avgerðin er ikki so løgin og tað er avgerðin hjá Bartali heldur ikki. Verður veður til fótbólt, verður hann nevniliga heldur ikki við, tí hann er nú farin undri kappingarárið í fótbólti, sum stendur fyri durum.
- At hvørgin okkara ikki verður við merkir bara, at liðið er so mikið veikari, og tað viknar bara uppaftur meira av, at onkrir aðrir leikarar eisini eru uttan fyri við skaða, sigur Bartal, sum tí ikki roknar við øðrum enn einum ósigri í Havn.
Tekur Bartal dystin stilt og róliga, er synd at siga, at havnarmenninir gera tað sama. Teimum stendur í boði at gerast meistarar um Fleyr snávar móti Mjølnir, og henda møguleika ætla teir ikki at lata fara aftur við borðinum. Tí fyri einum mánaði síðani sá ikki ein gang út til, at teir fóru at fáa henda møguleikan.
- Nei, tá sá einki út, men vit mugu siga, at vit hava verið meira enn hepnir. Alt er fallið út júst sum vit vildu hava tað, og tað vildu vit fegnir havt tað at gjørt einaferð enn, sigur Rúni og flennir.
Spurdur um spenningurin merkist á leikarunum, sigur hann, at tað ger hann. Men tað sæst ikki á spælinum. Menn eru spentir og tað er serliga tí, at hetta er seinasta umfar. Hetta er einasti og seinasti møguleiki, sum er eftir og tí hava vit eitt at gera.
- Vit skulu vinna okkara dyst og so mugu vit bara vóna, at Mjølnir vinnur á Fleyr, og eg veit, at Mjølnir fer at geva alt tað teir eiga. Men tað sigur seg sjálvt, at tað er spennandi upp á henda mátan, sigur Rúni.
Hann greiðir frá, at hetta er fyrsta árið, síðani hann byrjaði, at kappingin hevur verið so spennandi, at tvey lið kunnu gerast meistarar á seinasta leikdegi. Og hann heldur hetta vera nógv betri enn tá teir vunnu meistaraheitið fyri nøkrum árum síðani.
- Sjálvandi er tað mest spennandi at vinna sjálvur, men mátin sum vit vunnu upp á var einki spennandi fyri kappingina. Vit vóru meistarar fleiri vikur áðrenn kappingin endaði og samanborið við tað er hetta nógv betri sigur Rúni.
Hann leggur afturat, at Fram hevur roynt at økja um trýstið á Fleyr seinastu dagarnar. Liðini hava spælt onkrar venjingardystir og hesar hevur Fram vunnið. Teir hava trýst Fleyr av beráddum huga, júst fyri at økja trýstið á teir.
So verður bara spennandi at síggja um tað fer at hjálpa ...










