Føroyskur krabbi við flogfari til Spaniu

- Tað er harmiligt, at royndirnar her heima ikki skulu verða betri stuðlaðar, tí sambært veiðitølunum hjá eitt nú krabbabátinum, Bergunn, er líkt til, at møguleikar eru at byggja upp eina krabbavinnu í Føroyum, sigur Mourits M. Joensen á Fiskirannsóknarstovuni

Ráðstevna

Mourits M. Joensen, sum hevur tikið sær av at savna úrslitini í sambandi við føroyskar krabbaroyndir og krabbaveiði annars, var ein teirra, sum var við á norðurlendsku ráðstevnuni um skeljar og skeljadýr.
Hann heldur, at tað var áhugavert at hoyra, hvat eitt nú sviar, norðmenn og danir høvdu at siga um teirra royndir við krabbaveiði.
- Tað er harmiligt, at royndirnar her heima ikki skulu verða betri stuðlaðar, tí sambært veiðitølunum hjá eitt nú krabbabátinum, Bergunn, er líkt til, at møguleikar eru at byggja upp eina krabbavinnu í Føroyum.
Í Føroyum vita vit annars ógvuliga lítið um krabba, tí royndirnar, sum gjørdar eru higartil, eru so avmarkaðar.

Krabbi í gørnum

- Prátið um eina føroyska krabbavinnu tók seg upp, tá ið garnaveiðan undir Føroyum byrjaði. Bátarnir, sum royndu eftir havtasku, fingu stórar krabbar í gørnini. Tískil vita menn eisini um leiðir undir Føroyum, har krabbi er. Mest vanligi krabbin í føroyskum sjógvi, er gerion affinis ella tannkrabbi, sum hann verður róptur.
Mourits vísir á, at áðrenn Bergunn, fyrrverandi Skansatangi, fór á krabbaveiði í summar, høvdu eitt nú skipini, Nim, Thor og Arctic Wulf gjørt avmarkaðar royndir undir Føroyum.
- Royndirnar hjá Bergunn í summar og í heyst vísa, at væl av tannkrabba er at fáa undir Føroyum. Í byrjanini varð krabbin virkaður í Álakeri í Havn, og seinni vórðu royndir eisini gjørdar at selja hann heilan og óvirkaðan.
Hann sigur, at royndir at enda eisini vórðu gjørdar at útflyta livandi krabba við flogfari, heilt niður til Spaniu, men her var talan bert um smáar nøgdir.
- Spaniólar vóru ovfarnir av, at tað ber til at flyta livandi krabba heilt úr Føroyum og niður til Spaniu. Teir høvdu ongantíð upplivað, at livandi krabbi var komin so langa leið.
Sum eg havi skilt, sigur Mourits, var nettoprísurin fyri livandi krabban í Spaniu 52 krónur fyri kilo.
- Eg haldi, at hetta ljóðar nógv, tá ið hugsað verður um dýra flutningin á longu leiðini til marknaðin, sigur hann.

Kom fyri seg

Mourits sigur, at tá ið Bergunn kom inn við krabbunum, sum ætlanin var at hava livandi, tóktust hesir "linir", men tá ið teir høvdu verið stutta tíð í kassum við sjógvi, lívgaðust teir uppaftur.
- Tað vísir seg nevniliga, at krabbin tolir væl at koma upp av havsins dýpi og liva í sjógvi uppi á landi. Hann etur og trívist væl í kassunum.
Tað er sølumaðurin, Marni Simonsen á Argjum, sum hevur gjørt hesar royndirnar í Kollafirði.
Um útlitini fyri lønandi krabbaveiði undir Føroyum, sigur Mourits:
- Eg haldi ikki, at hetta sær so ómøguligt út. Útrokningar siga, at fær skipið eini tvey tons av lidnari vøru um dagin í vertíðini, kann vinnan saktans vera lønandi.
Hann vísir á, at Bergunn kundi havt fleiri rúsur, enn teir hava havt, og harvið hevði veiðan eisini verið størri.
- Men, sum nevnt, vita vit lítið og einki um krabban undir Føroyum ? annað enn, at her er væl av tannkrabba. Tað vísir seg, at hann-krabbin gongur djúpri enn hon-krabbin. Vit vita at kalla einki um gýting. Nakrir hon-krabbar, sum Bergunn fekk á fyrsta túrinum í summar, høvdu rogn; síðan vóru fáir hon-krabbar við rognum, hóast nógvir hon-krabbar vóru uppi í veiðini.

Livandi til lands

Mourits sigur, at royndirnar hjá Bergunn vísa, at tað ber væl til at føra krabban livandi til lands, bæði við avmarkaðari nøgd av ísi omaná hvørjum kassa og í sjógvi.
- Tó vísir tað seg, at krabbi, sum í rúgvu verður koyrdur í fiskakassar við ísi omaná, á ein ella annan hátt gerst strongdur og missur nógv bein, áðrenn hann endar sum liðugtvøra á einum virki.
Hann heldur tí, at ein háttur, sum kanska hevði loyst hesar trupulleikar, hevði verið at flutt krabban livandi til lands í sjógvi.
- Enn eru vit komnir stutt við okkara kanningararbeiði, og tískil eru nógvir tættir, vit lítið og einki vita um at siga, sigur Mourits M. Joensen, sum dagliga starvast á Fiskirannsóknarstovuni.