Vestmanna fyri hvítusunnuhøgtíðina. Á virkinum halda tey, at tey keyptu í so nógvan fisk inn, tí mánadagurin var eisini heilidagur. Í Vestmanna arbeiða tey bara upsa. Hann er smáur, og tað merkir, at tað tekur [...] tekur longri tíð at koyra hann ígjøgnum maskinurnar og pakka hann til lidna vøru. Men týsdagin keypti Fiskavirking í Vestmanna so eisini lastina hjá Vestmenningi. Teir høvdu sløk 140.000 av upsa og eini [...] keypa onga last aftrat hesa vikuna, tí nú hava vit fisk út til hurðarar, sum tey taka til í Vestmanna. Á virkinum arbeiða tey støðugt við tveyskiftivakt, og fólk eru til arbeiðis hvønn dag.
listarligum samleika, tí so er mann longu betaldur fyri tað arbeiðið, mann ger. Í staðin fyri at mann ger alt arbeiðið og síðani skal dúva uppá at selja tað til onkran. Hetta ger tað, at listin verður kroyst upp [...] verið, og um mann so avgjørt vil halda fast í siðbundnu listini, so missir mann frælsið hjá øllum listafólkum at menna føroysku fatanina av list, sigur hann. Pláss fyri betringum Fyri at føroysk list skal [...] við viðurskiftini á vanligum almennum arbeiðsplássum. - Tá mann fær eina starvsløn, so eru tað jú almennir pengar, sum merkir, at mann er, í gásareygum, “alment ansettur”, so leingi mann brúkar teir pengarnar
rúsandi evnum og at leggja seðlar undir viskarar á bilum, sum ávarar tey ungu um at koyra bil ávirkað. - Nú arbeiða vit við at gera alt klárt, sum t.d. at fáa prentlutirnar til vega og at fáa nóg mikið av [...] er, at okkara ungu skulu vera til staðar, tosa við fólk og hjálpa, tá ið brúk er fyri hjálp, sum t.d. um onkur er avdottin ella tørvar hjálp á annan hátt, sigur aðalskrivarin. Eisini er ætlanin, at býta [...] Tað er eingin loyna, at á G-festivalinum savnast ungdómar í hópatali. Og tað er heldur eingin loyna, at mong drekka rúsdrekka í alt ov stórum mongdum og taka vandamikil rúsevni, staðfestir felagsskapurin
klárir til at upptaka hesa fløguna, tað vísir seg á upptøkunum, men eisini alt tað teir hava verið ígjøgnum seinastu tíðina. Eg veit, at ein teirra størsti tónleikaprofetur og vinur andaðist her fyri stuttum [...] nógv á hesu fløguni". (Fløgan væntast til jóla((Dreingirnir í SIC siga, at eftir teirra ætlan skal fløgan verða klár til jóla. Nógv arbeiði er lagt í fløguna og tað skal nokk merkjast aftaná, at man fyrstu [...] Føroya søgu við nýggju útgávu teirra. Aftaná at hava hoyrt fløguna kann sigast, at hetta verður nýtt fyri Føroya fólk og vil uttan iva hava stóra ávirkan á tónleikarar og onnur fólk. Alt í alt, ein ótrúliga
sum eitt barn á jólum, sigur Arnleyð Tungá á Sandi. Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna? - Stóran týdning – ikki minst fyri okkum, sum pendla. Hon vísir á, at ein morgun, hon [...] tað haldi eg ikki... kanska prísurin at koyra ígjøgnum tunnilin, sigur hon. Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð? - Jú, avgjørt. Eg fari at sakna góða samanhaldið og góðu prátini [...] hon forsvav seg fimm minuttir til Teistan, var úrslitið, at hon gjørdist hálvan annan tíma ov sein til arbeiðis. - Soleiðis hevði ikki verið, um eg kundi koyrt beinleiðis til Havnar. Sært tú nakrar vansar
kundi leggja gestirnar á odda. Tað eru 14 ár síðani at hann seinast skoraði móti Man City. Stadium frásøgumaðurin var so spakur á málinum, at tað ljóðaði sum um hann hevði gloymt navnið á Giggs. Tað vóru væl [...] umboðaði Tevez Man United, men skifti reyðu troyggjuna hjá teimum út við ljósabláðu troyggjuna hjá Man City. Tað fall ikki í góða jørð hjá Man Utd viðhaldsfólkinum, sum ikki hava fyrigivið honum fyri skiftið [...] dystin kundi liðskiparin hjá Man Utd, Gary Neville, ikki halda sær. Við enskar fjølmiðlar segði hann at Tevez ikki var verdur teir pengarnir, ið Man City høvdu goldið fyri hann. Jú hetta var meir enn bara
noyðist at tonkja, hvussu leingi hava hesir stjórar havt um at hugsa um, nær teir skulu koyra bankan á heysin, fyri at koma framat hesum pengunum.?Men eitt kunnu vit vera samd í, at mátarnir at fara fallitt [...] somuleiðis, við at missa partapeningin. Síðan var eg við til at keypa ein deksbát, nevndur, Tindur. Síðan var ynski um at keypa størri bát, og høvdu vit hann í nøkur ár. Síðan var aftur ynski um at keypa ein [...] gjørt. Tíverri fekk Tindur eisini ta lagnu at fara fallitt.?Í hesum føri blivu vit so avgjørt ikki premieraðir, eg fekk beint uppundir at blíva pensiónistur, knívin á barkan frá bankanum. - Betal 200.000! -
Tað eru bara nakrir fáir dagar síðan, at eini sethús vórðu reist á Strondum, og longu mikudagin í hesi vikuni stóðu eini nýggj sethús aftrat reist í bygdini. Áhugin at seta búgv í kommununi er stórur, nú [...] nú tað bara tekur eitt korter at koyra millum Strendur og høvuðsstaðin, tá koyrt verður ígjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin. - Eigarar av nýggju húsinum eru Marjun á Fríðriksmørk Berbisá og Fróði Otto Abrahamsen [...] Abrahamsen Berbisá. Tað er Sp/f Bulur, sum stendur fyri byggingini. Tað siga tey í Sjóvar kommunu, sum hava lagt fleiri myndir av húsunum út á sína heimasíðu, samstundis sum kommunan ynskir eigarunum tillukku
Kendi írin Roy Keane metir at sálin í fótbólti er við at hvørva. Hann sigur víðari at prísirnir á atgongumerkjum eru alt ov høgir. – Vanligt fólk hava ikki ráð at fara til fótbóltsdyst longur. Liðini í [...] ímóti £30 fyri ein dyst, fullan av útlendingum, ja hvar er sálin tá. Man brennir ikki líka nógv fyri liðnum, og man kanska gjørdi fyrr. Tað er alt so ókent og ósigandi. Ferð eftir ferð sær man tóm áskoðarapláss [...] áskoðarapláss til dystir, og so galið er tað enntá summa staðni, at nærum ongin kemur til dyst. Hetta er sera óheppið metir Roy Keane, ið er manager hjá Sunderland FC í ensku Premier League.
og annað. Eg fari í einari aðrari grein, at koma við mínum íkasti, til hvussu hetta kann gerast. Eisini fari eg, at arbeiða fyri at broyta reglugerðina fyri at selja matvørur. Kollfirðingar eru tiltikið [...] tiltikna eu-direktivið, og tað, at fólk vilja nærum bara keypa gongulimir. Síðir, høvd, blóð, skinn, horn, tálg v.m verður sum oftast burturbeint. Eg fari at arbeiða fyri, at vit gagnnýta allan seyðin sum [...] yvir 99% av ferðafólkunum koyra framvið bygdina í dag. Flestu føroyingar koyra eisini framvið! Avbjóðingin er, at fáa tey at steðga og lata nakrar krónur liggja eftir, men so má okkurt eisini verða til keyps