SIC útgeva fløgu tá kavin fellur

(Dreingirnir úr Føroya myrkasta tónleikabólki SIC, hava síðsta mánaðin verið hjá einum av Danmarks toppførandi ljóðstudio'um innan fyri Heavy Metal. Tommy Hansen stendur aftanfyri upptøkuproduktiónini og Ziggy ljóðblandar fløguna. Hesir hava m.a. upptikið og ljóðblandað fyri bólkar so sum, Hatesphere, Nephew og D.A.D. SIC skriva Føroya søgu við nýggju útgávuni.

(
324 km/t við heavy metal((Heavybólkurin SIC úr Tórshavn hevur ikki verið nógv at síggja í seinastuni, men hetta er av góðari orsøk. Teir hava seinasta mánaðin verið í Horsens í Danmark, har teir hava lagt alla orku og alla sál í tað teir elska mest. Tónleikin.((Jailhouse Studios er eitt av teimum mest eftirspurdu upptøkustudio'num í Danmark, tá ið tað kemur til harðan tónleik. Í hesum føri, føroysku SIC. Teir búgva í einum húsi, fimm fet við síðuna av arbeisplássinum. Og hvønn dag frá kl:10.00 til 18:00 er teldan tendrað, og hon etur alt, sum guitararnir, trummurnar og vokalarnir spýta út.((SIC í góðum hondum((Projektið við fløguni kom fyrstu ferð til veruleika, tá ið SIC saman við Karl Anton Klein, fóru til Danmarkar í januar mánað. Tá var lagt upp til ein túr í studio í Århus og luttakan á DMG "Danish Metal Grand Prix". Studioupptøkurnar vóru fantastiskar, men komu ongantíð út til tað almenna. Og har frá druknaðu upptøkurnar. Men túrurin til Aalborg til Grand prix'ið útviklaðist meira enn væntað.((SIC vunnu ikki, men ein fýrur, sum kallaðist Ziggy sá upptraðkanina hjá bólkinum og gav teimum eini tilboð um at koma til hansara í Århus og upptaka eina fløgu, sum skuldi taka næsta stigið fyri bólkin.((Ziggy er produsari og ljóðblandari. Hann hevur seinastu árini arbeitt við bólkum so sum Mercenery, Illdisposed, Hatesphere og Nephew.((Mánaðir gingu, og Ziggy misti aldrin áhugan fyri SIC. Men tá løtan kom til at byrja upptøkurnar, bleiv Ziggy sjúkur og mátti melda seg frá øllum, ið hevði við tónleik at gera. Ivasamir SIC'arir stóðu nú við einum stórum pengapungi, men Ziggy var kvikkur og kontaktaði sín góða vinmann frá Jailhouse Studios, Tommy Hansen.((So var alt upp at koyra. Ætlanin var og er, at Tommy Hansen skuldi upptaka fløguna og síðani skal Ziggy ljóðblanda og mastra til tað endaliga produktið.((Jailhouse Studios((Jailhouse Studios liggur beint omanfyri kenda fongslið "Horsens Statsfængsel. Eitt gigantiskt fongsul, sum fyllir tríggjar Tórsvøllar við langum grønum og avsperaðum grasslíkum. Hetta ger, at umhvørvið er stórt, rúmligt og sera friðarligt.((Men opnar tú dyrnar inn á Jailhouse Studios, so er friðurin nær um deyður ella rýmdur. Atmosferan er heilt einanstandandi. Gullplátur á hvørjum veggi, sum representera lívsverkið hjá legendariska Tommy Hansen. Produsara. Átta tímar um dagin hoyrdist buldrið og skríggjandi røddir inni frá Jailhouse.((Tommy er ein vældámdur maður. Hann lat Jailhouse upp fyri fyrstu ferð í 1989, og saman við konuni liva tey av hesum. Bólkar so sum, SIC, Halloween, Hatesphere og Saybia hava arbeitt saman við Tommy. Og hann er komin væl burtur úr øllum sínum uppgávum.((SIC eru maskinur((Teir fyrstu fýra dagarnar var Magnus, trummusláarin, sum eisini er kendur úr bólkinum Makrel í ferð við at innspæla. Hann er ein crazy maskina, tá ið hann kemur í gongd og rakar ikki eina tí einastu takt við síðuna av. Hetta gekk ómetaliga skjótt fyri seg, so restin av bólkinum fekk nýtt høvi til at geva sær góða tíð fyri at fáa tað besta úrslitið.((Trummur, bass, guitar, guitar og meira guitar og síðani The King of Darkness, Mikk. Mikjal er í betri formi enn nakrantíð fyrr. Og sama kann sigast um restina av bólkinum. Ein ótrúlig orka, sum sveimar í upptøkuhølinum. Og hetta merkist sanniligani eisini á fløguni. Eitt meistaraverk innan fyri føroyskan tónleik og bara tónleik í heila tikið.((Tá eg spurdi Tommy, hvat hann helt um SIC, svaraði hann soleiðis: "SIC er ein bólkur við ómetaliga nógvari orku, og teir eru nakað heilt fyri seg. Teirra tónleikur skilir seg út frá øðrum metallrokki. Hjá SIC er tað ikki soleiðis, at man hoyrir sama sangin um aftur og umaftur. Teir geva hvørjum sangi eitt tema, eitt tema, sum verður lagt upp í bæði svart, hvítt og alskyns ælaboga farvum. SIC eru 100% klárir til at upptaka hesa fløguna, tað vísir seg á upptøkunum, men eisini alt tað teir hava verið ígjøgnum seinastu tíðina. Eg veit, at ein teirra størsti tónleikaprofetur og vinur andaðist her fyri stuttum, so teir skullu ígjøgnum nógv á hesu fløguni".
(Fløgan væntast til jóla((Dreingirnir í SIC siga, at eftir teirra ætlan skal fløgan verða klár til jóla. Nógv arbeiði er lagt í fløguna og tað skal nokk merkjast aftaná, at man fyrstu ferð hoyrir hana. Næstu ferð, triðju, fimtu o.s.v. SIC skriva Føroya søgu við nýggju útgávu teirra. Aftaná at hava hoyrt fløguna kann sigast, at hetta verður nýtt fyri Føroya fólk og vil uttan iva hava stóra ávirkan á tónleikarar og onnur fólk. Alt í alt, ein ótrúliga flott, stór og inspirerandi fløga. Fløgan fær heiti "Pandemoneum" og verður at fáa, tá kavin fellur.((Til tey, ið vilja vita meira um Tommy Hansen, Jailhouse Studios og Ziggy, brúkið alnótina.