Blái Krossur á G!

-Vit ynskja at vera ímillum tey ungu og koma í samband við tey, tí vera vit við á G-festivalinum, sigur Hjalmar Hansen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi.

Tað er eingin loyna, at á G-festivalinum savnast ungdómar í hópatali. Og tað er heldur eingin loyna, at mong drekka rúsdrekka í alt ov stórum mongdum og taka vandamikil rúsevni, staðfestir felagsskapurin.

- Vit ynskja at vera til staðar, vísa hvørji vit eru, upplýsa og hjálpa eftir førimuni, sigur Hjalmar.

Tað verður Blákross Ungdómur (BKU) sum skipar fyri, saman við blákrossfeløgunum í Leirvík, Gøtu og Fuglafirði.

- Ætlanin er, at okkara ungu skulu vera til staðar, tosa við fólk og hjálpa, tá ið brúk er fyri hjálp, sum t.d. um onkur er avdottin ella tørvar hjálp á annan hátt, sigur aðalskrivarin.

Eisini er ætlanin, at býta út seðlar við ávaringum um vandan við nýtslu av rúsandi evnum og at leggja seðlar undir viskarar á bilum, sum ávarar tey ungu um at koyra bil ávirkað.

- Nú arbeiða vit við at gera alt klárt, sum t.d. at fáa prentlutirnar til vega og at fáa nóg mikið av hjálparfólkum, sigur Hjalmar.