So eru enn eini sethús reist

Nógv verður bygt, nú teinurin millum Skálafjørðin og Havnina við Eysturoyartunlinum er styttur niður í eitt korter.

Tað eru bara nakrir fáir dagar síðan, at eini sethús vórðu reist á Strondum, og longu mikudagin í hesi vikuni stóðu eini nýggj sethús aftrat reist í bygdini.

 

Áhugin at seta búgv í kommununi er stórur, nú tað bara tekur eitt korter at koyra millum Strendur og høvuðsstaðin, tá koyrt verður ígjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin.

 

- Eigarar av nýggju húsinum eru Marjun á Fríðriksmørk Berbisá og Fróði Otto Abrahamsen Berbisá. Tað er Sp/f Bulur, sum stendur fyri byggingini.

 

Tað siga tey í Sjóvar kommunu, sum hava lagt fleiri myndir av húsunum út á sína heimasíðu, samstundis sum kommunan ynskir eigarunum tillukku við reistu húsunum.

 

Sp/f Bulur, ið hevur sítt virksemi á Signabø, hevur bygt fleiri sethús kring landið, og í løtuni er byggivirkið eisini í holt við eina stóra byggiverkætlan fyri Bústaðir í Havn.