Á Fuglafjarðarvegnum vórðu nakrir bilførarar máldir at koyra skjótari, enn loyvt er.
Her fingu fýra bilførarar klipp í koyrikortið og bót.
Á vegnum Millum Fjarða gekk heldur verri hjá tí eina bilføraranum.
Her vórðu tveir bilførarar máldir at koyra ávikavist 102 og 114 kilometrar um tíman.
- Annar fær klipp og bót, og hin fær bót og treytaða frádøming av koyrikortinum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í gjár fekk ein bilførari eisini bót fyri ikki at sita í trygdarbelti.










