Premieraður fyri at fara fallitt

Táið eg var í góðum árum, var eg við til at keypa eitt skip.?Eg átti ongar pengar og tók lán upp á mína aktiu í skipinum. Vit høvdu skipið í nøkur ár, so fór tað undir hamaran. Hesaferð slapp eg við bert at blíva av við partapeningin.

Somuleiðis havi eg sett nógvar pengar í flakavirkið í bygdini, har slapp eg somuleiðis, við at missa partapeningin.
Síðan var eg við til at keypa ein deksbát, nevndur, Tindur. Síðan var ynski um at keypa størri bát, og høvdu vit hann í nøkur ár. Síðan var aftur ynski um at keypa ein størri trolbát. Hettar bleiv gjørt. Tíverri fekk Tindur eisini ta lagnu at fara fallitt.?Í hesum føri blivu vit so avgjørt ikki premieraðir, eg fekk beint uppundir at blíva pensiónistur, knívin á barkan frá bankanum. - Betal 200.000! - og onki meira roks. Soleiðis gekk mítt fallitt, sjálvt um eg aldrin fekk eitt oyra burturúr mínari íløgu.?Rætt skal vera rætt, eg fekk onkuntíð til knettir frá teimum.?Eg við mínum rufluta heila noyðist at tonkja, hvussu leingi hava hesir stjórar havt um at hugsa um, nær teir skulu koyra bankan á heysin, fyri at koma framat hesum pengunum.?Men eitt kunnu vit vera samd í, at mátarnir at fara fallitt uppá eru fleiri.?Eg minnist, at Sjóvinnubankin fór fallitt, minnist meg rætt var í 1952 ella 1953, og tann stjórin, ið tá sat, bleiv ikki premieraður fyri fallittið.