Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
Rættiliga nógvur fiskur kom uppá land í Vestmanna fyri hvítusunnuhøgtíðina. Á virkinum halda tey, at tey keyptu í so nógvan fisk inn, tí mánadagurin var eisini heilidagur. Í Vestmanna arbeiða tey bara upsa. Hann er smáur, og tað merkir, at tað tekur longri tíð at koyra hann ígjøgnum maskinurnar og pakka hann til lidna vøru.
Men týsdagin keypti Fiskavirking í Vestmanna so eisini lastina hjá Vestmenningi. Teir høvdu sløk 140.000 av upsa og eini 20.000 pund av toski.
- Vit keypa onga last aftrat hesa vikuna, tí nú hava vit fisk út til hurðarar, sum tey taka til í Vestmanna.
Á virkinum arbeiða tey støðugt við tveyskiftivakt, og fólk eru til arbeiðis hvønn dag.