Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin er ein veruleiki?
- Kenslan er sera góð, og eg havi glett meg sum eitt barn á jólum, sigur Arnleyð Tungá á Sandi.
Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna?
- Stóran týdning – ikki minst fyri okkum, sum pendla.
Hon vísir á, at ein morgun, hon forsvav seg fimm minuttir til Teistan, var úrslitið, at hon gjørdist hálvan annan tíma ov sein til arbeiðis.
- Soleiðis hevði ikki verið, um eg kundi koyrt beinleiðis til Havnar.
Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum, sum nú verður?
- Nei, tað haldi eg ikki... kanska prísurin at koyra ígjøgnum tunnilin, sigur hon.
Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð?
- Jú, avgjørt. Eg fari at sakna góða samanhaldið og góðu prátini umborð, sigur Arnleyð Tungá.