Fótbóltur
Stutt fyri hálvleik bríkslar dómarin fyri brotssparki til Manchester City.
Hjá bóltinum stendur maðurin við 32 talinum hjá Man City. Omanfyri talið stendur við hvítum stavum – TEVEZ.
Fram til í summar umboðaði Tevez Man United, men skifti reyðu troyggjuna hjá teimum út við ljósabláðu troyggjuna hjá Man City. Tað fall ikki í góða jørð hjá Man Utd viðhaldsfólkinum, sum ikki hava fyrigivið honum fyri skiftið.
Nógv er skrivað og sagt síðani tá, men áðrenn dystin kundi liðskiparin hjá Man Utd, Gary Neville, ikki halda sær. Við enskar fjølmiðlar segði hann at Tevez ikki var verdur teir pengarnir, ið Man City høvdu goldið fyri hann.
Jú hetta var meir enn bara eitt vanligt brotsspark. Hetta var møguleikin hjá Tevez svara aftur uppá ákoyringarnar og visa sítt virði. Frammanfyri endanum har sum Man Utd áskoðarnir sótu, legði Tevez bóltin til rættis. Hóast bæði Edwin van der Sar og Wayne Rooney royndu at ávirka fyrrverandi liðfelagin, so var Tevez tryggur úr 11. metrum. So stór hevur gleðin ikki verið á City of Manchester Stadium hetta kappingarárið, sum tá bólturin brast í netið handar Van der Sar.
Tevez sjálvur nýtti høvið til at senda eina heilsan til Man Utd áskoðarnir.
Kill him!
Tað eru nógv trygdarfólk og løgreglumenn at síggjan rundan um stadium áðrenn dystin. Millum annað verður ein bólkur uppá uml 30 Man Utd áskoðarar umringaður av løgreglumonnum á stórum flottum hestum. Teir fáa boð um at bíða, meðan løgreglan saman við trygdarfólkum kropskannar teir.
Sum vanligt er tá City spælir um kvøldið, so verður ljósið sløkt á stadion eina løtu áðrenn spælararnir koma inn á vøllin.
Bara ein bláður máni sæst, meðan áskoðarnir syngja eyðkennislagið hjá Man City “Blue Moon”.
Tað gevur ein góðan stemning og tað merkist eisini at hendan grannauppgerðin er okkurt serligt.
Dysturin er bara nakrar fáar minuttir gamal, tá Tevez fer tvísporandi eftir einum Man Utd verjuleikarara, ið gert klárt sparka vekk. Tað er vanlig í slíkum støðum, at áskoðarar stilla seg upp og rópa eitt nú “get in there” ella “tackle him”. Men í gjár var ongin vanligur dystur. Í staðin fekk Tevez tey greiðu boðini frá síðumanninum, sum reisti seg upp við nevanum á lofti: “KILL HIM – Kill that f… twat!”
Hann meinti tað nokk ikki í álvara, men kenslurnar vóru til at fáa eyga á.
Misti málið
Dysturin var eitt gott korter gamal, tá Ryan Giggs úr stuttari fjarstøðu kundi leggja gestirnar á odda. Tað eru 14 ár síðani at hann seinast skoraði móti Man City. Stadium frásøgumaðurin var so spakur á málinum, at tað ljóðaði sum um hann hevði gloymt navnið á Giggs.
Tað vóru væl fleiri Man Utd áskoðarar á City of Manchester Stadium enn tað er til ein vanligan Premier League dyst. Teir gingu eisini á odda eftir leiðslu málið og vunnið greitt dystin uttanfyri vøllin fram til útjavnandi málið hjá Tevez. Hesa ferð var stadium frásøgumaðurin ikki iva um hvør tað var, ið hevði skorað.
Lagið var gott í hálvleikinum. Nógv smíl vóru at síggja, meðan folk keyptu sær kaffi og annað gott. Stórir flatskermar vísu tað besta frá fyrra hálvleiki. Ikki minst var stórur áhugi fyri at vita, um brotssparkið var rætt dømt.
Seinni hálvleikur var hálvrunnin, tá Tevez úr stuttari fjarstøðu skallaði bóltin í málið til 2-1.
Hesa ferð fór hann rennandi allan vegin yvir til útskiftisbonkin hjá Man Utd. Her gav hann teimum boð um at teir bara kundu blíva við at tosa, tí hann hoyrdi teir so ikki. Kanska Tevez hoyrdi stadium frásøgumann, tí nú rópti hann dupult so hart, sum tá Tevez javnaði.
Eftir hetta legði Man Utd trýst á vertirnar, men hóast teir komu til onkrar møguleikar, eydnaðist tað ikki at fáa bóltin framvið Shay Given. Hann var saman við Tevez og Craig Bellamy teir mest eyðsýntu á heimaliðnum, meðan serliga Wayen Rooney gjørdi nógv um seg hjá gestinum. Um eina viku bresta liðini saman aftur í seinnu hálvfinaluni á Old Trafford – Sosialurin fylgir gongdini.










