flogfeløg lúka fyri at fáa loyvi til at flúgva upp á Føroyar? Tað vil Bjørn Kalsø, tingmaður, nú hava Poul Michelsen, landsstýrismann at greiða alment frá. Og hann vil eisini hava Poul Michelsen at greiða frá, [...] loyvi, men at ávísar treytir skulu lúkast fyri ikki at tað skal verða kappingaravlagandi. Ein av hesum treytum eru, at samstørv, sum longu er ímillum Atlantsflog onnur flogfeløg, sum ætla at flúgva til [...] avleiðingar, tað fer at fáa, verða treytirnar ikki hildnar. Nýliga hava bæði SAS og Loganair søkt um loyvi til at flúgva upp á Føroyar. Í hesum sambandi hevur Poul Michelsen gjørt greitt, at flogfeløgini hava
endurgevur amerikanska uttanríkisráðið fyri at siga, at avgerðin er tikin, tí USA millum annað metir, at tað er neyðugt at gera grundleggjandi broytingar í stovninum og at landið ikki kundi góðtaka tí eintáttaða [...] fyrstu ferð, at USA ger vart við sína misnøgd viðvíkjandi viðferðina hjá UNESCO av Ísrael. Í 2011 steðgaði USA at gjalda sín part av fíggingini av felagsskapinum aftaná, at felagsskapurin avgjørdi at veita Palestina [...] Amerikanska uttanríkisráðið boðaði fyri løtu síðan frá, at USA hevur avgjørt at taka seg úr ST-felagsskapinum UNESCO, ið er ein stytting fyri Vísinda- og Mentanarstovnur Sameindu Tjóða. Tað er Rex Tillerson
men tað vildu tey ikki. Tað fekk borgarstjórin at hótta við at fara av listanum. Ongin fæst at siga nakað alment, men keldur, vit hava tosað við, siga, at í gjár var samband ímillum Kristin Michelsen og [...] støðu, hann fer at taka, og um hann kortini fer at stilla upp á javnaðarlistanum, ella um hann ger álvara av hóttanini um at fara av honum. Sjálvur hevur Kristin Michelsen ikki verið at hitta í morgun. [...] um Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, fer at stilla upp til býráðsvalið, ella ikki Hann hevur kravt, at hini valevnini skulu binda seg til, at tann, sum fær flestar atkvøður, skuldi verða borgarstjóri
morgun frá, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í Føroyum ikki hevði fingið eina umsókn frá SAS at byrja flúgving uppá Føroyar. Poul Michelsen, landsstýrismaður, segði í tinginum, at hann hevði frætt, at SAS hevði [...] Føroya. Tað undraðist hann á og helt, at SAS var farið ov lætt um mannagongdina og taka tað kanska fyri givið, at tey fáa loyvi at flúgva. Poul Michelsen segði eisini, at tá ein umsókn bleiv send, fór Uttanríkis- [...] annað: SAS skal i den anledning (at tey vilja byrja rutu red.), anmode om tilladelse til at trafikere ruten i henhold hertil. SAS er opmærksom på, at ansøgning om tilladelse skel sendes i høring hos Færøernes
Obama tó, at fólk ikki skulu vænta, at Michelle Obama verður forsetavalevni. - Hon fer ongantíð at royna at gerast forseti. Tú sært tað undirtøka, hon hevur millum amerikanska fólkið. Eg plagi tó at siga, [...] - Michelle er ov klók at ynskja seg inn í politikk, sigur Barack Obama. Tað er lítið sannlíkt, at Michelle Obama fer at gera sum Hillary Clinton og royna at fylgja í fótasporum mann síns. Tað sigur í øllum [...] í demokratiska flokkinum talað fyri, at Michelle Obama eigur at royna seg sum forsetavalevni. Hon hevur sera gott orð á sær í flokkinum og meiningakanningar vísa, at hon er betri umtókt millum fólk enn
mest tørv á at fáa lestrarstuðul 12 mánaðir um árið. Tí taka vit undir við uppskotinum. MFS lovar tó, at tey fara at áhaldandi virka fyri, at øll skulu fáa lestrarstuðul alt árið og vónar, at Mentamálaráðið [...] hevur lagt uppskot fyri tingið um at hækka lestrarstuðulin við 500 krónum um mánaðin og samstundis at geva støkum uppihaldarum stuðul ein mánað afturat um árið, so at tey fáa stuðul alt árið. Andstøðan [...] broyting, har endin er, at øll fáa lestrarstuðul alt árið. - Tað eru fleiri viðurskifti, ið vit meta, tørva ábøtur, tá tað snýr seg um lestrarstuðulin. Tó er tað so, at neyðugt er at byrja onkrastaðni. Skal
eftir hevur leitað eftir vinninginum, og átti har at sæð, at ein vinningur var størri enn 9.999 krónur. Skipanin er nevniliga soleiðis háttað, at um so er, at vinnarin fær eitt prógv um vinningin, sum síðani [...] Danske Spil bíðar eftir, at ein heppin vinnari av 10 mió krónum fer at gera vart við seg. Tey eru í øllum førum vitandi um, at hesin lotto-millióningurin býr á Vestursjællandi annaðhvørt hann er vitandi [...] okkum, at vit ikki hava hoyrt frá vinnaranum, sigur Morten Hedegaard, samskiftisfólk hjá Danske Spil. Roynt verður nú enn einaferð at fáa fatur á tí hepna vinnaranum. Hetta verður gjørt við at seta upp
blaðið vera við, at eingin hevur dugað so illa at stýra sínari fiskivinnu sum júst ES. -At ES skal læra íslendingar og føroyingar nútímans stovnsrøkt er sum at seta Atila húnakong at halda fyrilestur um [...] gjørdar fyri at finna semju. Ístaðin fyri leggja ES og Noreg føroyingar og íslendingar undir stuldur. Blaðmaðurin ger at enda vart við, at tað mesta av makrelinum fer til mannaføði, og at norðmenn eru [...] um mannarættindi, skrivar blaðmaðurin. Blaðið vísir á, at sjógvurin er vorðin heitari, og at tað hevur gjørt, at mekrelurin gongur longri norðuri nú enn fyrr. Tá makrelurin kom í føroyskan og íslendskan
siga, at høvundarnir vóru lidnir at skriva bókina, men at norskir myndugleikar syrgdu fyri, at handritið fór ongantíð til prentingar. Sambært keldunum umrøddi bókin tvey norsk nøvn, sum vísa, at Arne Treholt [...] í Noregi. MI6 visti eisini at siga, at í bókini vóru óhepnar upplýsingar um norskar politikarar. Av tí at bæði Bretland og Noreg eru limir í NATO, høvdu bretar skyldu til at kunna norsku myndugleikarnar [...] var í 2001, at bretska fregnartænastan MI6 kunnaði norsku trygdartænastuna POT um, at fyrrverandi KGB-njósnarin Vasilij Mitrokhin og bretski søgufrøðingurin Christopher Andrew vóru í ferð við at skriva eina
formaður í Fólkaflokkinum við Rás2. Dýrast at fara til arbeiðis Jørgen Niclasen greiddi eisini frá, at tað í Føroyum er sera dýrt at liva, og tað dýrasta er at fara til arbeiðis. Við næststørsta skatta [...] annað. -Vit mugu miðja eftir, at skatturin í Føroyum skal lækkast munandi í framtíðini, soleiðis, at tað loysir seg at arbeiða, sigur Jørgen Niclasen, sum tó ikki væntar, at hetta verður gjørt í nærmastu [...] Endamálið við búskaparsemjuni er, at allir flokkar taka undir við at seta tiltøk í verk, soleiðis at hallið á fíggjarlógini verður burtur um fýra til seks ár. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum