Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur lagt uppskot fyri tingið um at hækka lestrarstuðulin við 500 krónum um mánaðin og samstundis at geva støkum uppihaldarum stuðul ein mánað afturat um árið, so at tey fáa stuðul alt árið.
Andstøðan legði fram eitt broytingaruppskot, um at heldur hækka stuðulin við 300 krónum, men geva øllum stuðul alt árið.
Nú hevur MFS melda seg á banan.
Í einum tíðindaskrivið sigur Meginfelag Føroyskra studenta, at hendan broytingin skal síggjast sum fyrsti liður í eini størri broyting, har endin er, at øll fáa lestrarstuðul alt árið.
- Tað eru fleiri viðurskifti, ið vit meta, tørva ábøtur, tá tað snýr seg um lestrarstuðulin. Tó er tað so, at neyðugt er at byrja onkrastaðni. Skal onkur veljast fram um, so er bólkurin við støkum uppihaldarum tann bólkurin av lesandi, ið hevur mest tørv á at fáa lestrarstuðul 12 mánaðir um árið. Tí taka vit undir við uppskotinum.
MFS lovar tó, at tey fara at áhaldandi virka fyri, at øll skulu fáa lestrarstuðul alt árið og vónar, at Mentamálaráðið og Landsstýrið fara at halda orð hesum viðvíkjandi.