Landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í TSV St. Otmar St. Gallen spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu sveisisku hondbóltsdeildini móti RTV 1879 Basel.
Tað eydnaðist St. Gallen at vinna dystin greitt 36-29. Tað leikaði meira javnt á í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru Sasja og liðfelagarnir bert á odda við einum máli, 18-17.
Tað gekk væl hjá Sasja í málinum í kvøld. Sasja bjargaði 11 av 29 málroyndum, ið svarar til 38 prosent. Kappingarneytin, Andreas Myhr Björkman úr Svøríki bjargaði fýra av 15 málroyndum, ið svarar til 27 prosent.
Talan var eisini um fyrsta kappingarsigurin hjá Sasja í bestu sveisisku hondbóltsdeildini. So har nógv at fegnast um hjá landsliðsmálverjanum.
St. Gallen hevur tvey stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini.
Mikukvøldið 17. september hevur St. Gallen dyst á heimavøllli móti Suhr Aarau.