Broytt bygg­isam­tykt gev­ur Ítrótta­há­skúla­num spenn­andi møgu­leikar

Á Løðhamri í Vági verður nú latið upp fyri eini spennandi ætlan hjá Ítróttaháskúlanum. Samstundis leggur broytta byggisamtyktin upp til íbúðabygging.

Á býráðsfundi í Vági tann 1. september varð avgjørt at broyta byggisamtyktina. Broytingin fevnir um tvey týdningarmikil øki í kommununi.

 

Á Løðhamri verður nú latið upp fyri eini spennandi ætlan hjá Ítróttarháskúlanum. Hetta gevur skúlan møguleika at menna síni karmar og bjóða næmingum betri umstøður.

 

Samstundis leggur broytta byggisamtyktin upp til íbúðabygging á Galtnaroyri. Hetta verður mett at geva fleiri familjum og einstaklingum møguleika at seta búgv í kommununi.

 

Hetta skrivar vagur.fo.

 

-Hetta er eitt stórt stig fyri okkum í Vágs Kommunu. Ítróttaháskúli í Suðuroy hevur leingi havt tørv á betri hølisviðurskiftum, og nú síggja vit fram til, at Ítróttaháskúlin fer undir hetta arbeiðið. Okur hava stóran tørv á nýggjum bústøðum, og henda avgerðin er eitt gott stig á leiðini, sigur borgarstjórin Bjarni Johansen.

 

##med2##