Kappingarneytin hjá Mattiasi H. Lamhauge fekk reytt kort móti 6. deildarliði

Fredericia hevði fitt av trupuleikum í donsku steypakappingini í dysti móti Tune IF, ið dagliga spælir í Sælandsseriuni

Etienne Green fekk beinleiðis reytt kort móti sælandsseriuliðnum, Tune IF (Mynd: FC Fredericia)

Tað skuldi og burdi verið ein sera løtt og einføld uppgáva hjá liðfeløgunum hjá Mattiasi H. Lamhauge í Fredericia.

 

Teir hava júst spælt dyst í donsku steypakappingini móti Tune IF, ið dagliga spælir í Sælandsseriuni, sum er sætta besta fótbóltsdeildin í Danmark.

 

Tí lá ein stórsigur í kortunum, tá liðið úr superliguni, FC Fredericia kom á vitjan hjá Tune IF.

 

Tá 29 minuttir vóru leiktir var Fredericia eisini á odda 3-0. Men so byrjaðu trupuleikarnir so smátt. Og í 33. minutti minkaði Tune um munin til 1-3.

 

Tá ein tími var leiktur økti Fredericia til 4-1, men bert tríggjar minuttir seinni fær nýggi málverjin, enski Etienne Green reyða kortið. Hann fekk beinleiðis reytt kort fyri ein ófantaligan samanbrest við ein álopsleikara hjá Tune. 21 ára gamli Mads Eriksen kom inn at verja málið hjá Fredericia, ið mátti spæla 10 móti 11 monnum restina av dystinum. 

 

Í 72. minutti megnaði 6. deildarliðið at minka um munin til 2-4, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Fyri 6. deildarliðið, Tune IF var talan um ein moralskan sigur móti einum liði úr superliguni. 

 

So kappingarneytin hjá Mattiasi hevur latið fimm mál inn í tveimum teimum fyrstu dystunum fyri Fredericia, umframt at fáa beinleiðis reytt kort í øðrum dystinum, ið var ímóti einum liði úr Sælandsseriuni. 

 

Etienne Green hevur leikbann til komandi umfarið í steypakappingini. 

 

Etienne Green fekk beinleiðis reytt kort móti sælandsseriuliðnum, Tune IF (Mynd: FC Fredericia)