Frammanfyri 10.000 áskoðarum í Wonderino-høllini í Kiel vunnu Elias Ellefsen á Skipagøtu, og liðfelagarnir í THW Kiel 34-30 á HSG Wetzlar í dysti í týsku bundesliguni. Í steðginum var bert eitt mál á muni, tá var Kiel á odda 16-15.
Elias skoraði seks mál upp á átta málroyndir, og hann legði eisini upp til trý mál. Saman við Lukas Zerbe var Elias næstbesti málskjúttin hjá Kiel. Emil W. Madsen var toppskjútti við átta málum.
Kiel hevur fingið fult í báðum teimum fyrstu dystunum í bundesliguni.
Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin hevur eisini fult aftaná tvey umfør í bundesliguni. Í kvøld vann Füchse Berlin á útivølli 32-26 (16-16) á Göppingen. Hákun var ikki millum málskjúttarnar í kvøld. Italski Leo Prantner fekk møguleikan á høgra veingi, og hann skoraði níggju mál upp á 12 málroyndir.
Leygardagin klokkan 14.40 verður stórdystur í Max Schmelling høllini. Tá tekur Füchse Berlin móti Magdeburg. Júst hesi bæði liðini kappaðust um meistaraheitið líka til seinasta leikumfarið í farna kappingarárinum.