Í dag hava Jákup og Ester Mikkelsen, Hans Arni & Durita Thomsen og Árni & Ása Frederiksberg keypt 70% av KBI.
Fyri knøppum trimum árum síðani misti KBI stjóran og stovnaran, Karl Birgir Isaksen, ið átti 70 prosent av felagnum. Hann var ein drívmegi, og missurin hevur verið stórur.
Døtur Karl Birgir, Rannvá, Karla & Tóra, eiga framhaldandi 30 prosent av KBI.
Eigararnir síggja fram til eitt gott samstarv.