Vøksturin í lønar­gjald­ing­um 7 prosent hig­ar­til í ár

Vøksturin í samlaðu lønargjaldingunum frá august til juli hava verið millum 5%-7% árliga frá 2022 til 2025. Hetta er ein hægri vøkstur, enn árini frammanundan.

Talvan niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í samlaða búskapinum. Í talvuni sæst, at vøksturin í samlaðu lønargjaldingunum frá august til juli hava verið millum 5% - 7% árliga frá 2022 til 2025. Hetta er ein hægri vøkstur, enn árini frammanundan.

 

Ein av høvuðsorsøkunum eru stóru lønarhækkingarnar seinastu árini, at summir starvsbólkar hava fingið lønarlyft, og at tað hevur verið vøkstur í starvsfólkatalinum.

 

Vøksturin í lønargjaldingunum hevur í vinnuni og almennu partafeløgunum verið rættiliga høgur í 2022 og 2023, men heldur lægri í 2024 (3%). Vøksturin hevur tikið dik á seg aftur í 2025.

 

Gongdin í tí almenna er ikki heilt hin sama. Talva 1.2 vísir, at vøksturin var heldur slakari í 2022 og 2023, meðan vøksturin í lønargjaldingunum hevur verið heili 9% og 7% í ávikavist 2024 og 2025.

 

##med2##