Í kvøld var bólkafinala leikt í HM-millumbólki 3 í Rotterdam millum vertirnar, Niðurlond og Frakland.
Frakland var favorittur hjá veddingarfyritøkunum, men tær livdu ikki upp til favorittleiklutin. Til stóra frøi fyri heimafjøldina vunnu Niðurlond 26-23 (14-13) á fronsku favorittunum.
Tamara Horacek var við sjey málum toppskjútti hjá Fraklandi. Bo van Wetering og Romée Maarschalkerweerd vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá Niðurlondum.
Hetta merkir, at Niðurlond í fjórðingsfinaluni mikudagin møta Ungarn, meðan Danmark fær "fornøjilsi" at spæla móti Fraklandi í fjórðingsfinaluni. Dystirnir vera leiktir í Rotterdam.
Fyrr í dag vann Eysturríki 35-30 (17-18) á Póllandi. Argentina vann í seinnapartsdystinum 30-29 (17-109 á Tunesia.
Niðurlond vann bólkin við 10 stigum, og Frakland gjørdist nummar tvey við átta stigum. Pólland hevur seks stig, meðan Eysturríki, Argentina og Tunesia hava tvey stig hvør.
Í morgin eru HM-fjórðingsfinalurnar í Westfalenhalle í Dortmund hesar: klokkan 16.15: Týskland-Brasil, og klokkan 19.30: Noreg-Montenegro.
4. desember:
Argentina – Pólland 25-28
Frakland – Eysturríki 29-17
Niðurlond – Tunesia 39-21
6. desember:
Eysturríki – Tunesia 25-27
Pólland – Niðurlond 22-33
Argentina – Frakland 17-29
8. desember:
Frakland – Niðurlond 23-26
Pólland – Eysturríki 35-30
Tunesia – Argentina 29-30











